Signabøur – Kaldbak
Fylg teimum mongu væl lagaðu varðunum á hesum krevjandi túrinum, har tú kanst njóta útsýnið yvir dalar og fjøll og eina ørgrynnu av smáum vøtnum
Tað er stórsligið at ganga niðan úr Signabø, har til ber at njóta útsýnið oman í Kollafjørð og inn í Kollfjarðardal.
Tá ið komið er niðan á Kambsskarð, er alt friðarligt, og vakurt er at ganga fram við tøttu og vøkru varðunum. Tá ið komið er um Kambsskarð, sæst oman í stóra og vakra dalin oman fyri Kaldbak við nógvu smáu vøtnunum, m.a. Stóravatni og Brúnavatni. Teinurin oman gjøgnum dalin er lutfalsliga langur, men onkur gil á vegnum gera teinin áhugaverdan. Lætt er at koma tvørtur um allar áirnar.
Tað er tryggari at ganga av Signabø til Kaldbaks enn øvugt. Tá sæst betur, hvussu leiðin liggur niðan gjøgnum brúgvarnar. Meira óljóð hoyrist frá ferðsluni á Signabø, og betri er at njóta túrin í róliga umhvørvinum í Kaldbak.
Av Signabø verður gingið eftir vegnum aftur um fjósið og síðan niðan vestureftir, um eina girðing, síðan gjøgnum eitt portur og skrátt suðureftir niðan móti fyrsta varðanum undir stígginum í niðastu brúnni.
Signabøur – Kaldbak
Bussleiðin hjá Tórshavnar kommunu koyrir til bæði Signabøar og Kaldbaks.
Parkering, Signabø
Umstøðurnar at seta bilin eru ikki tær bestu á Signabø. Nærmasta víkiplássið er 250 m vestanfyri, har leiðin byrjar. Annars ber til at seta bilin niðri við bátahylin 300 m frá gøtuni (sí myndir)
Kaldbak – Signabøur
Við bussi: Bussleiðin hjá Tórshavnar kommunu koyrir til bæði Signabø og Kaldbak.
Parkering, Kaldbak
Í Kaldbak eru góðir møguleikar at seta bilin. Við bussskýlið 60 m vestanfyri, har gøtan byrjar, er eitt stórt parkeringspláss. Eisini ber til at seta bilin á parkeringsplássið við vegin oman til bátahylin (sí mynd).
Signabøur – Kaldbak
Kaldbak – Signabøur
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar