Skála – Selatrað

  • Hiking-Villagepath-Faroe-Islands-Skála–Selatrað
    Góðir og væl røktir varðar eru allan vegin uttan seinasta strekkið oman til Selatraðar, har ongir eru. Mynd: Óli Gardshodn
  • Hiking-Villagepath-Faroe-Islands-Skála–Selatrað
    Vakur og friðarligur túrur, sum er serliga áhugaverdur frá skarðinum og á leið ein kilometur oman til Skála ígjøgnum Trongannagjógv. Mynd: Óli Gardshodn
  • Hiking-Villagepath-Faroe-Islands-Skála–Selatrað
    Nógvar torvkráir eru at síggja við Tvørá tætt við Selatrað. Mynd: Óli Gardshodn
  • Hiking-Villagepath-Faroe-Islands-Skála–Selatraðjpg
    Á túrinum er vakurt útsýnið yvir bygdirnar á eystara armi á Skálafjørðinum. Mynd: Óli Gardshodn
hike poster

Ein lættur og vakur túrur eftir vestara armi á Skálafjørðinum

Vakur og friðarligur túrur, sum er serliga áhugaverdur frá skarðinum og á leið ein kilometur oman til Skála ígjøgnum Trongmannagjógv.

 

Nógvar torvkráir eru at síggja við Tvørá tætt við Selatrað. Vallað og gott lendi allan vegin. Eitt sindur grýtut nakað vestan fyri skarðið. Gangast skal um tvey hegn, har stigi er. Gleivast skal um eitt hegn við bøgarðin á Selatrað.

 

Tað er lættast at finna gøtuna, tá ið gingið verður av Skála. Á Skála verður gingið niðan gjøgnum portrið við Gjógvará og síðan suður til gjónna, har eitt op er í hegninum, niðan til fyrsta varðan, sum sæst haðani. Góðir varðar eru allan vegin uttan seinasta strekkið oman til Selatraðar, har ongir eru.

 

Neyðugt er at hava GPX-fíluna við á túrinum, tí lætt er at fara skeivur av gøtuni og enda í Skálabotni heldur enn á Skála. Hetta kemst av, at niðasta strekkið við Selatrað – frá Breiðá og omaneftir – er sama gøta sum til Skálabotns. 

Skála – Selatrað
Selatrað – Skála

Skála – Selatrað

Vánaligt busssamband er til Selatraðar, og tí er hentast at koyra hagar í bili. 

Parkering á Skála
Á Skála kann bilurin setast á parkeringsplássið við seyðahúsið 460 m norðan fyri portrið. Eisini kann bilurin standa beint sunnan fyri bilverjuna, sum er tvørtur um Gjógvará, 150m sunnan fyri portrið – sí grønu markeringarnar. Haðani verður gingið eftir bláu linjuni út gjøgnum portrið og hegnið um stikið omanfyri (hetta stikið verður ikki brúkt longur).

  • Startingpoint-Parking-Skála–Selatrað
    Set bilin við grønu linjuna. Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar.
  • Startingpoint-Parking-Skála–Selatrað
    Set bilin við grønu linjuna. Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar.
  • Startingpoint-Skála
    Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar.

Selatrað – Skála

Vánaligt busssamband er til Selatraðar, og tí er hentast at koyra hagar í bili. Leið 440 koyrur tó nakrar túrar.

Parkering á Selatrað: Á Selatrað kann bilurin setast við Missiónshúsið – sí grøna frámerkið. Missiónshúsið verður bert brúkt sunnukvøld í vetrarhálvuni. Tískil er gott pláss har. 

Haðani skal gangast niðan eftir gomlu neytagøtuni, niðan við Mittúnsánni, á norðara áarbakka, til komið verður til grótgarðin, har gangast skal ígjøgnum jarnportrið. Eftir jarnportrið verður gingið niðan við Mittúnsánni á syðra áarbakka, til komið verður niðan til eitt hegn, sum gleivast skal upp um, har hegnið er lægst.

Arbeitt verður við at gera ein stiga ella eitt portur at ganga um – sí bláu linjuna. 

  • Startingpoint-Parking-Selatrað
    Set bilin við grønu linjuna. Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar.
  • Parking-Selatrað
    Grøna linjan vísir á parkerings øki.
  • Startingpoint-Selatrað
    Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar.
  • Startingpoint-Selatrað
    Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar.
  • Startingpoint-Selatrað
    Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar.
Skála – Selatrað
Selatrað – Skála

Skála – Selatrað

Selatrað – Skála

Fakta

path icon
2t 0m

Tíð

path icon
5 km

longd

hilltop peak icon
361 m

Hægsta stað

family icon
301 m

Hæddarmetrar


family icon Hóskar seg við børnum, ið eru 8 ár og eldri
difficulty icon Miðal - Gott at ganga allan vegin og ongir hamarar á leiðini
terrain icon Vallað og gott lendi allan vegin. Eitt sindur grýtut nakað vestan fyri skarðið. Gangast skal um tvey hegn, har stigi er. Gingið verður fram við eini gjógv, og gleivast skal hartil um eitt hegn við bøgarðin í Selatrað
9°C
9 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours