Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Events & Tours(FO)

Places(FO)

Gongutúrar

Skálafjørður – Selatrað

  • sk-lafj-r-ur-see-green-line-for-parking-and-blue-line-for-strating-point-dominiclars-1-jpg
    Skálafjørður. Mynd: @dominiclars
  • Hiking-Villagepath-Faroe-Islands-Skálabotnur-Selatrað
    Teinurin niðan á Ennisstígar , í 350m. hædd, er hampiliga brattur. Mynd: Óli Gardshodn
  • Hiking-Villagepath-Faroe-Islands-Skálabotnur-Selatrað
    Útsýnið frá Ennisstígar suður eftir Skálafjørðinum. Mynd: Óli Gardshodn
  • Hiking-Villagepath-Faroe-Islands-Skálabotnur-Selatrað
    Friðarligt og nátturuvakurt, meðan vit ganga fram við tjarnunum og stóru varðunum á stóra slættanum eystanfyri Reyðafelstind. Mynd: Óli Gardshodn
  • Hiking-Villagepath-Faroe-Islands-Skálabotnur-Selatrað
    Útsýnið niðan móti Reyðafelstindi, 764m. Mynd: Óli Gardshodn

Ein góður túrur niðan á stóra slættan oman fyri Skálafjørð, eyðsýndur við sínum hellum, tjarnum, mýrilendi og nøkrum av størstu varðum í Føroyum

Úr Skálabotni er rættiliga bratt og tungt at koma niðan á slættan. Oman fyri Ennistígar og heilt suður Millum Fjalla er ein serliga stórur slætti, við hellu, tjarnum og mýrilendi. Her er friðarligt og vakurt at ganga ímillum allan heiðafuglin. Á Selatrað er vallað og gott at ganga. Útsýnið oman yvir hesa vøkru bygd er heilt serligt, og bátahylurin, kirkjan, viðarlundin og urtagarðar við stórum trøum seta sín dám á bygdina. 

 

Serliga úr Skálabotni og suður Millum Fjalla eru varðarnir stórir og hugtakandi at síggja.

 

Úr Skálabotni ber ikki til at ganga niðan við Ennisá, tí hvørjumegin ánna eru innhegnað privat gerði. Mælt verður tí til at ganga niðan millum Vákará og Skipá, har sum gamla rulluportrið var. Gingið verður niðan sunnan fyri gamla vatnbrunnin, niðan í hornið á hegninum, har til ber at sleppa ígjøgnum eitt hol í hegninum.

 

Á Selatrað er best at ganga frá Missiónshúsinum niðan eftir gomlu neytagøtuni fram við Mittúnsánni á norðara áarbakka, til komið verður til grótgarðin og ígjøgnum jarnportrið. Komin ígjøgnum portrið verður hildið fram niðan við Mittúnsánni á syðra áarbakka, til tú rakar eitt hegn, ið neyðugt er at klíva upp um, har tað er høgligast. Síðani heldur tú leiðina fram eftir bygdagøtuni. 

Skálabotnur – Selatrað
Selatrað - Skálabotnur

Skálabotnur – Selatrað

Leið 440 Skálafjarðarleiðin steðgar í Skálabotni og á Selatrað. Tilkalling er á Selatrað.

Parkering, Skálabotnur
Stórt parkeringsøki er beint við, har sum tú byrjar at ganga gøtuna. Eisini ber til at seta bilin á okkurt parkeringspláss niðri við bátahylin (sí myndir) 

 

  • Startingpoint-Parking-Skálabotnur-Selatrað
    Set bilin við grønu linjuna. Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar.
  • Startingpoint-Parking-Skálabotnur-Selatrað
    Set bilin við grønu linjuna. Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar.

Selatrað - Skálabotnur

Leið 440 Skálafjarðarleiðin steðgar í Skálabotni og á Selatrað. Tilkalling er á Selatrað.

Parkering á Selatrað
Til ber at seta bilin við Missiónshúsið og síðani fylgja bláu linjuni niðaneftir (sí mynd).

  • Startingpoint-Selatrað-Skálabotnur
    Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar.
  • Startingpoint-Selatrað-Skálabotnur
    Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar.
  • Startingpoint-Parking-Selatrað-Skálabotnur
    Set bilin við grønu linjuna. Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar.
Skálabotnur – Selatrað
Selatrað - Skálabotnur

Skálabotnur – Selatrað

Selatrað - Skálabotnur

Fakta

path icon
2t 0m

Tíð

path icon
5.6 km

longd

hilltop peak icon
378 m

Hægsta stað

family icon
395 m

Hæddarmetrar


family icon Hóskar seg við børnum 10 ár og eldri
difficulty icon Avbjóðandi - Tað er bratt niðan úr Skálabotni. Gjøgnum Ennistígar er heldur knortlut at fara, og neyðugt, er at klintra eitt sindur
terrain icon Tað er bratt at koma niðan á slættan úr Skálabotni og knortlut í støðum. Annars er vallað og gott lendi allan vegin
°C
m/s
Veður forsøgn

Available guided tours