Skælingur - Norðradalur

  • li-gar-shorn-sk-lingur---nor-radalur-102-img-0050-jpg
    Bygdagøtan frá bøgarðsportrinum í Skælingi suður móti Gjáarbotni. Mynd: Óli Gardshodn
  • li-gar-shorn-sk-lingur---nor-radalur-104-img-0056-jpg
    Streymoyarsillin omanfyri bygdagøtuna sunnanfyri Skæling. Mynd: Óli Gardshodn
  • li-gar-shorn-sk-lingur---nor-radalur-109-img-0099-jpg
    Rættin í hugnaligu rættini í Gjáarbotni. Í bakgrundini Vágarnar. Mynd: Óli Gardshodn
  • li-gar-shorn-sk-lingur---nor-radalur-117-img-0142-jpg
    Oman fyri Stígar í Norðradali. Mynd: Óli Gardshodn
  • li-gar-shorn---sk-lingur---nor-radalur-115-img-0131-jpg
    Útsýnið yvir á Trøllkonufingur á Vágoy. Mynd: Óli Gardshodn
  • geology-nor-adalur-thomas-varming-jpg
    Grót í Norðradali. Mynd: Thomas Varming
  • nor-adalur-ananya-ray-jpg
    Norðradalur. Mynd: @ananya.ray
hike poster

Friðarligur túrur við leið ígjøgnum serstaka grótlaðing við Gjáarbotn

Á Skælingi verður gingið  frá høvuðsvegnum suður eftir uppdyrkingarvegnum út ígjøgnum portrið og síðani fram eftir gøtuni. Onki frámerki er um gøtuna, men tað er lætt at finna uppdyrkingarvegin og gøtuna. 
 

Sera hugnaligt og vakurt er innast í Gjáarbotni, har gamla rættin í gjónni ger túrin til nakað heilt serligt. Gamla rættin, sum nýliga er laðað av nýggjum, varð upprunaliga laðað onkuntíð í 19. øld.
 

Í Norðradali er gøtan flutt í mun til upprunaligu gøtuna. Her hevur bóndin sett skelti á bæði síni portur vestureftir, har hann vísir á, at portrið í neðra skal brúkast. Frá portrinum og niðan tætt undir stíggin í hamaran (Áarstíggjur) sæst gøtan ikki. 

 

Hav GPX-fíluna við á túrinum. Varðar og gøta eru ikki sjónlig allan vegin.

 

Gøtan kann gangast báðar vegir, so veður, ætt, sól og ferðamøguleikar kunnu avgera, hvønn veg gingið verður. Onkrar tungar brekkur eru á leiðini, men tær eru báðar vegir.

Skælingur - Norðradalur
Norðradalur - Skælingur

Skælingur - Norðradalur

Eingin bussur koyrur til Skælings. Buss leið 100/300 koyrir tó til Leynar (3,7 km frá Skælingi).

Parkering á Skælingi
1-2 bilar kunnu standavendiplássinum við endan á høvuðsvegnum, niðan undir húsini Á Skælingi  17. Haðani verður gingið beint suðureftir eftir uppdyrkingarvegnum.

Aftrat hesum kunnu 1-2 standa á víkiplássinum 180 m norðanfyri – beint sunnan fyri Mjólká (undir krossfeltinum hjá Føroya Tele.) 

  • parkering-sk-lingi-3-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir á byrjunarstað
  • parkering-sk-lingi-4-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir á byrjunarstað
  • parkering-sk-lingi-1-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir á byrjunarstað
  • parkering-sk-lingi-2-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir á byrjunarstað

Norðradalur - Skælingur

Tað er eingin bussleið til og frá Norðadali.

Parkering í Norðradali
Koyr heilt inn eftir høvuðsvegnum ímóti niðurlagda alibrúkinum. Vegurin út til niðurløgdu alistøðina í Norðradali er stongdur. Bilurin kann verða settur við stongda portrið og niðaneftir og skal setast tætt inn við hegnið – sí grønu linjuna. Haðan verður gingið eftir bláu linjuni niðan til fyrsta portrið, og har slepst út í hagan – sí bláu linjuna.

  • parkering-nor-radali-2-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir á byrjunarstað
  • parkering-nor-radali-1-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir á byrjunarstað. Reyða linjan siper til IKKI ganga hendan vegin
Skælingur - Norðradalur
Norðradalur - Skælingur

Skælingur - Norðradalur

Norðradalur - Skælingur

Fakta

path icon
2t 45m

Tíð

path icon
9 km

longd

hilltop peak icon
424 m

Hægsta stað

family icon
422 m

Hæddarmetrar


family icon Túrurin hóskar væl til børn frá 8 ár og eldri. Teinurin, sum er 8,5 km, er heldur langur til smærri børn
difficulty icon Avbjóðandi - Gøtan ígjøgnum stíggin oman úr Vatnsdali kann vera torfør fyri fólk, sum ræðast hæddir
terrain icon Vallað allan vegin, onkrastaðni er eitt sindur bratt. Niðan úr Gjáarbotni er nakað vátt og grýtut í støðum
6°C
5 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours