Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Events & Tours(FO)

Places(FO)

Gongutúrar

Skarvanes - Dalur

Hugnalig ferð við flottum útsýni millum syðstu bygdirnar í Sandoynni

Túrurin byrjar við ánna miðskeiðis í bygdini, har gamla vatnmyllan stendur. Myllan, sum er friðað, varð í gomlum døgum nýtt til at mala korn. Tveir vegir eru. Far eftir tí ovara, og brátt kemur tú út á varðagøtuna, sum gongur á skák niðan suðureftir.

Njót sjóðið av aldunum, sum skola inn móti helluni stutt niðan fyri gøtuna. Her sært tú beint yvir á Skúvoy, har Sigmundur Brestisson búði og liggur grivin. Sigmundur Brestisson var høvdingi, ið er kendur úr Føroyingasøgu, og sum við svørði í hond kristnaði Føroyar uml. ár 1000.

Suðureftir eru Stóra Dímun og Lítla Dímun, og hiðani sæst eisini norðurendin á Suðuroynni, m.a. Borgin við Sandvík.

Rekapláss
Skarvanes hevur altíð verið lítil bygd, og staðið var millum bestu kornpláss í landinum. Møguleikarnir fyri útróðri hava verið smáir, tí Skarvanes er brimpláss, men er hinvegin gott rekapláss við tiltiknu Sugguni, sum hevur drigið mangan reka til sín.

Her búði Díðrikur á Skarvanesi (1802-1865), eisini nevndur Díðrikur í Kárastovu, sum verður roknaður sum Føroya fyrsti listamálari. Nakrar av hansara serligu fuglamyndum eru varðveittar og kunnu síggjast á Listasavni Føroya.

Tá ið tú hevur gingið umleið 700 metrar, fert tú upp gjøgnum Dalsrók, har eitt sindur bratt er niðurfyri, men um gingið verður við varsemi, er gott at ganga.

Vøtn og víddir
Gøtan gongur so líðandi niðaná suðureftir og er væl merkt við steyrum og varðum. Tá ið tú hevur gingið góðan kilometur, kemur tú niðan í Gjófelli, sum hevur ein heilt serligan vakurleika við víðum fløtum og hugnaligum tjarnum og vøtnum.

Tú gongur niðan móti Handastavarða, og nú tú ert komin næstan í helvt, er slætt at ganga. Hiðani sæst heilt vestur til Mykines og Mykineshólm í góðum veðri.

Her uppi eru vakrar víddir. Hagin í økinum er góður, serliga feitilendið Skorin, ið er syðst á oynni. Orsøkin til góða feitilendið er nógvi lundin, sum gevur góðan gróður og harvið eisini góðan seyð.

Avskorin bygd
Tá ið tú hevur gingið góðar tríggjar kilometrar, fer bygdin í Dali so smátt at daga undan. Dalur er syðsta bygdin í Sandoynni. Bygdin hevur ligið rættiliga avskorin og fekk ikki vegasamband fyrr enn í 1963. Tískil hevði sambandið við varðagøtunum til grannabygdirnar Húsavík og Skarvanes, stóran týdning.

Vegurin millum Dal og Húsavík gongur gjøgnum eina bratta líð, har grót og skriðulop javnan koma oman á vegin. Í 2020 varð fyrsta skotið loyst til tunnil millum bygdirnar báðar.

Eftir seinasta varðan á gøtuni gongur tú eftir vegnum oman í bygdina. Hetta er gamli torvvegurin, sum varð gjørdur í 1930’unum. Dalbingar skóru torv á hæddini úti ímóti Skorini og brúktu ross at flyta torvið heim eftir torvvegnum. Í dag verður hesin vegurin mest brúktur í sambandi við seyð og rakstur.

Vakurt grót
Komin oman á slætt kanst tú líta niðan brekkurnar, har vøkru grótgarðarnir standa kring bygdina.

Dalur er kendur fyri føroyska dansin, og nógvir góðir kvøðarar eru úr bygdini. Kirkjan í Dali varð vígd í 1957 og er sostatt millum nýggjaru kirkjurnar í Føroyum. Áðrenn kirkjan kom, gingu dalbingar til Húsavíkar í kirkju.

Niðri í mølini er vakurt og serstakt malargrót, sum dunar í briminum. Tað er ikki loyvt at taka malargrót úr mølini, tí grótið verjir bygdina móti brimi um veturin.

Skarvanes - Dalur
Dalur - Skarvanes

Skarvanes - Dalur

Á Skarvanesi eru hampiliga góð parkeringsviðurskifti á nýggja parkerings plássinum við skúlan, har pláss er fyri nøkrum bilum.
Parkera innanfyri grønu linjurnar og gakk út eftir bláu linjunum (sí mynd).

Dalur - Skarvanes

Í Dali eru góð parkeringsviðurskifti niðri í bygdini, við Eiriksgarð, bygdarhúsið í Dali.
Parkera við grønu linjurnar, og síðani út á bygdagøtuna eftir bláu linjuni (sí myndir). Tá tú hevur gingið uml. 1,3km niðan eftir uppdyrkingarvegnum sært tú eitt  skeltið og pelar, ið vísa á gøtuna.

 

Skarvanes - Dalur
Dalur - Skarvanes

Skarvanes - Dalur

Dalur - Skarvanes

Fakta

path icon
1t 30m

Tíð

path icon
4.8 km

longd

hilltop peak icon
296 m

Hægsta stað

family icon
279 m

Hæddarmetrar


family icon Ja, 8+.
difficulty icon Miðal -
terrain icon Valla og gott lendi allan vegin, burtursæð frá í Dalsrók, beint sunnanfyri Skarvanes, har tað er eitt sindur bratt og leyst tilfar er á gøtuni. Seinast 1,5 km. oman til Dal er uppdyrkingarvegur.
°C
m/s
Veður forsøgn
#

Available guided tours