Skopun - Lírabergshálsur
Vakur túrur norður í Høvdarhaga – millum hugnaligar heyggjar og vøtn, niðan á Lírabergsháls at síggja suður á høgu drangarnar undir veðurbardu vestursíðuni í Sandoynni.
Túrurin byrjar niðri á kaiini, har sum Visit Skopun heldur til. Gakk norður eftir niðasta vegi, Tormansvegi, fram við Samkeyp handlinum, kallaður Búrhandilin. Handilin lat upp í 1856 og er sostatt ein av elsti handlum í Føroyum, sum framvegis er opin.
Víðari eftir Tormansvegi gongur tú fram við fleiri áhugaverdum støðum, m.a. minnismerkið yvir fyrstu niðursetufólkini, heimsins størsta bláa postkassa og vakra minnisvarðan yvir tey mistu á sjónum og bjørgunum. Gakk víðari og snara norður eftir Høvdarhagavegnum.
Tað er vakurt at ganga norður í Høvdarhaga, har nógv vøtn eru í heyggjuta landslagnum. Eitt av teimum vøkru, sum liggur beint við norðasta býling, er Norðaravatn. Ger eitt rend inn eftir Ognarvegi og nýt vakra útsýnið yvir vatnið, við Koltri og Hestoynni í baksýninum.
Tað er sera hugnaligt at ganga norður eftir Høvdarhagavegnum. Útsýnið oman yvir heiðarnar, sum eru sundurstykkjaðar í traðir har nógvur seyður gongur á. Tvey stór vøkur vøtn, Lykkjuvøtnini, koma brádliga til sjóndar – og framvegis við vøkru oyggjunum og fjøllunum í baksýninum. Vakurt!
So við og við kemur tú inn í stóra opna dalin í Høvdarhaga, har tú eisini sært niðan á Lírabergsháls. Og eftir 2,8 km. gongd, kemur tú til rættina við vegendan. Beint áðrenn rættina sært tú skeltið sum vísir leiðina niðan á Lírabergsháls. Fylg pelunum teir 700 m. niðan. Meðan tú gongur niðan er sera gott útsýnið oman yvir Høvdarhagan og yvir á Heystoynna, har tú m.a. sært kendu Klæmintsgjógv og Álvastakk. Longur eysturi sært tú suðurendan av Streymoynni og Nólsoynni. Tveir vinarstigar eru á vegnum sum tú gongur upp um.
Komin niðan á Lírabergsháls, sært tú suður á veðurbardu vestursíðuna í Sandoynni, við prýðiligu drangunum, tann norðari Svartskorardrangur (170 m) og tann sunnari Oknadalsdrangur (182 m). Bergtakandi!
Set teg við steinin og nýt løtuna við einum góðum dussi.
Heim aftur verður gingið somu leið.
Skopun - Lírabergshálsur
Góð perkeringsviðurskifti eru á stóra kai økinum og beint niðanfyri Visit Skopun – sí grønu linjurnar. Haðani gongur tú eftir bláu linjuni norður eftir Tormansvegi.
Skopun - Líraberg
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar