Sørvágur - Slættanes
Úr Sørvági, eftir Slættanesgøtuni, gjøgnum víðu og vøkru náttúruna við Fjallavatn, norður til Slættanes
Túrurin byrjar við vatnbrunnarnar í Húsadali í Sørvági. Gingið verður eftir Slættanesgøtuni norður móti Fjallavatni, haðan farið verður um Tunguánna niðan í mjáa Mýrubotnin. Haðan verður gingið norður um fjallaryggin beint norðan fyri Tungufelli og so gjøgnum Slættaneshagan norður til Slættanes.
Tað er møguligt at ganga túrin úr báðum endum. Tað valdast eitt sindur, hvaðan komið verður, tí onki vegasamband er til Slættanes – uttan til gongu ella við báti.
Sørvágur - Slættanes
Ongin vegur er til Slættanes. Leið 300 koyrir til og frá Sørvági.
Parkering, Sørvágur
Í Sørvági kann bilurin setast við vatnbrunnarnar, ið liggja við uppdyrkingarvegin við Kirkjuá – sí grønu frámerkingina. Haðan verður gingið 600 m eftir bláu strikuni til bøgarðsportrið, har sum bygdagøtan byrjar. Fyrsti varðin stendur beint uttan fyri bøgarðsportrið.
Slættanes - Sørvágur
Ongin vegur er til Slættanes.
Parking, Slættanes: ikki ein møguleiki
Sørvágur - Slættanes
Slættanes - Sørvágur
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar