Sundshálsur - Syðradalur - Norðradalur - Sundshálsur

  • Útsýni frá Reiðskarði (Norðaraskarð í Syðradali), 419 m., oman yvir Syðradal. Í baksýninum Koltur. Mynd: Óli Gardshodn
  • Norðari partur av Syðradali. Í baksýninum Koltur. Mynd: Óli Gardshodn
  • Útsýni yvir Syðradal. Í baksýninum til vinstru sæst vestari partur av Norðradali. Mynd: Óli Gardshodn
  • Líðin millum Syðradal og Norðradal, kallað Tungulíð. Stóru og djúpu gilini í norðara parti av líðini gera gøtuna hugnaliga. Mynd: Óli Gardshodn
  • Fleiri hugnalig gil eru í norðara parti av Tungulíð, millum Syðradal og Norðradal. Her síggja vit oman í Tungulíðgjógv. Til høgru sæst vestari býlingur í Norðradali, og aftast Vágoyggin. Mynd: Óli Gardshodn
  • Stóra Dalagjógv, sum skilir báðar býlingarnar í Norðradali. Mynd: Óli Gardshodn
  • Tað er sera vakurt á leiðini frá Norðradali niðan á Sunnaraskarð í Norðradali (415 m.). Serliga vakurt er omanfyri Rossaryggi, har ein hevur eitt sera gott útsýnið yvir allan Norðradal. Eitt gott stað at njóta ein kaffimunn. Mynd: Óli Gardshodn
  • Beint sunnanfyri Sunnaraskarð í Norðradali er útsýnið gott eystur á Eysturoynna. Mynd: Óli Gardshodn
  • Útsýnið, sunnanfyri Sunnaraskarð í Norðradali, suður móti Sundshálsi (278 m.) og Húsareyni (345 m.). Mynd: Óli Gardshodn
hike poster

Ein vakur og fjølbroyttur rundtúrur við avbera góðum útsýni, frá Sundshálsi til tjørnina á Reiðskarði, eftir traktorvegnum oman til Syðradals, eftir Tungulið til Norðradals við hugnaligu Dalagjógv og haðani um Sunnaraskarð aftur til Sundsháls.

Túrurin byrjar við stóra parkeringsplássið 800 m norðan fyri Sundsháls. Fylg vegnum niðan móti tjørnini á Sundshálsi og haðani beina leið niðan á Reiðskarð, eisini kallað Norðaraskarð í Syðradali.

 

Gøtan er løtt at ganga og havnarfólk brúka hana nógv, so hon sæst væl – eisini tí at so nógvir varðar eru laðaðir fram við gøtuni. Lendið er sera slætt og útsýnið gott yvir á Eysturoynna og suðureftir móti Havnini. Tað er vakurt at koma niðaná og síggja tjørnina við Koltri í baksýninum.

 

Gingið verður oman til nýggja uppdyrkingarvegin, sum syðradalsbóndin hevur gjørt niðan í Niðara botn. Haðani verður gingið oman til portrið, sum leiðir tvørtur um Breiðá, uml. 100 m frá høvuðsvegnum. Komin tvørtur um ánna gongur leiðin til endan á uppdyrkingarvegnum og síðani eftir reyðu pelunum allan vegin til Norðradals. Ongir varðar eru á leiðini, men pelarnir standa tætt, so tað er lætt at ganga eftir teimum. Tá ið vit koma út í líðina í Tungulið, kann fyrsti partur vera eitt sindur avbjóðandi, tí at komið verður so tætt at tromini niðri á bakkanum. 
Her er vakurt at ganga norður gjøgnum líðina í Tungulið. Niðan fyri okkum síggja vit oman á tangarnar, har heilt fitt av brimi kann vera, og út fyri okkum hava vit Koltur við sínum eyðkenda skapi. 
Tá ið vit koma hálva leið norður gjøgnum Tungulið, áraka Hellisgil, koma vit til fleiri stór og djúp gil, har tað er serliga vakurt og hugnaligt.
Um Tungulíðgjógv verður gingið nakað niðan, uml. í 108 m hædd, har lættari er at ganga, og har eitt portur er at ganga ígjøgnum. Haðani verður gingið beina leið til bøgarðsportrið í Norðradali. 
Við bøgarðsportrið kanst tú velja beinanvegin at ganga longur niðan í Sunnara botn, ella fyrst ein túr eftir bygdagøtuni yvir í vøkru og hugnaligu Dalagjógv, sum vit viðmæla. Í gjónni verður gingið oman í hana gjøgnum eitt rókarlag.

 

Gingið verður yvir aftur og út gjøgnum bøgarðsportrið. Fylg pelunum vinstrumegin niðaneftir móti Sunnaraskarði. Tað er hampiliga bratt at ganga niðan í Sunnara botn, men her er kortini vallað og gott at ganga allan vegin. Úr botninum verður hildið fram niðan norðarumegin ánna, gjøgnum bratta Rossarygg, sum er uml. 70 m høgur – niðan í lítla dalin beint omanfyri. Við fyrsta varðan beint oman fyri Rossarygg er vakurt at hvíla eina løtu við góðum útsýni yvir allan Norðradal og heilt vestur til Vágafjøllini. Hinumegin ánna, undir rókunum á Tungulíðfjalli, síggja vit hina gøtuna niðan gjøgnum Sunnara botn, kallað niðan gjøgnum Hellissvað. Tann gøtan bleiv vanliga brúkt, tá ið ross vóru við – og tískil kallað Rossagøtan. 
Ein søgn er um hetta plássið oman fyri Rossarygg. Søgnin sigur frá einum presti, sum var á veg úr Havn til Norðradals at prædika kristnu trúnna í teirri tíðini, tá ið partur av føroyingum framvegis var ásatrúgvandi. Norðradalsmenn, sum vóru í Havn, komu í fylgi við henda prest, men teimum dámdi onki hansara ørindi í Norðradali. Teir avtalaðu tí sínámillum, at tá ið teir komu oman gjøgnum skarðið, skuldu teir stoyta hann oman. Presturin, sum var ókunnigur og einki ilt vardi, bleiv skumpaður útav her uppi á Rossaryggi og steðgaði ikki fyrr enn niðri á sløttum, og tá hevði hann brotið hálsin og var deyður. Skarðið verður í dag eisini kallað Lýðarssonarskarð ella Lýsnaskarð – allarhelst eftir prestinum.

 

Síðani verður gingið stutta teinin niðan í dalin omanfyri og haðani niðan á Sunnara skarð, har vit njóta góða útsýnið oman yvir Kaldbaksfjørð og yvir á Eysturoynna. Haðani er slætt og gott at ganga oman gjøgnum reynið, til Sundsháls.
 

Sundshálsur - Syðradalur - Norðradalur - Sundshálsur

Sundshálsur - Syðradalur - Norðradalur - Sundshálsur

Á Sundshálsi eru góðir parkeringsmøguleikar tætt við høvuðsvegin. Parkera á økjunum við grønu linjurnar og gakk síðan eftir bláu linjuni fyri at koma út á bygdagøtuna.

Syðradalur - Sundshálsur - Norðradalur - Sundshálsur

Syðradalur - Sundshálsur - Norðradalur - Sundshálsur

Fakta

path icon
2t 45m

Tíð

path icon
11 km

longd

hilltop peak icon
437 m

Hægsta stað

family icon
649 m

Hæddarmetrar


family icon 10+ (Orsakað av longdini og hæddarmetrunum, og at gingið verður tætt fram við tromini undir Tungulið).
difficulty icon Avbjóðandi - Tað er bratt at ganga niðan gjøgnum Rossarygg í Sunnarabotni í Norðradali.
terrain icon Frá Sundshálsi niðan til bæði skørðini Reiðskarð og Sunnaraskarð er nógvur eyrur og smásteinar á gøtuni. Men lendið er rættiliga slætt og tískil gott at ganga á. Frá Reiðskarði oman til vegin í Syðradali er rættiliga skiftandi lendi, har tað serliga í erva eru nógvir smásteinar á gøtuni. Í neðra er tað heldur vátligt. Frá Syðradali til Norðradals og niðan á Sunnaraskarð er vallað lendi allan vegin hóast bratt niðan eftir Rossaryggi í Sunnara botni. Í gjónni er í støðum eitt sindur bratt, og gjøgnum rókarlagið kann vera eitt sindur hált, um stigið verður á helluna.
7°C
11 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours