Sundshálsur - Syðradalur
Ein stuttur, lættur og sera vakur túrður frá ígjøgnum skørð, fram við eini tjørn, og haðani oman eftir gøtuni, sum Norðradalsmenn gjørdu til tess at fáa fyrsta traktorin oman til Syðradals
Nógv havnafólk njóta at ganga túrin fyrsta strekkið frá Sundshálsi og niðan á Reiðskarð, ið er ein lætt atkomiligur túrur við sera vøkrum útsýni.
Tað er ikki eins vanligt at ganga seinna partin, oman til Syðradals, ið tó er ein góður gongutúrur. Serliga er tað ein áhugaverdur túrur, um ein víðkar rutuna norður til Norðradals og haðani aftur til byrjanarpunktið á Sundshálsi umvegis Fólkaskarð (í Norðradali kallað Syðraskarð), fyri á tann hátt at ganga rundan um Tungulíðfjall. Á tann hátt fært tú ein góðan og hampiliga langan rundtúr á uml. 12km. og 700 hæddarmetrar, ið býður uppá eina rúgvu av upplivingum. Um ein gongur hendan rundtúrin, og ikki fer oman í Norðradal, er túrurin góðar 10km.
Gongutúrurin byrjar í grýtuta lendinum á Sundshálsi. Nógv fólk gongur her dagliga og nógvir smáir varðar seta sítt dám á túrin. Lætt er at ganga gøtuna niðan á Reiðskarð, har tað er sera vakurt rundan um tjørnina.
Á veg oman til Syðradals verður gingið eftir gamla vegnum, sum upprunaliga verð gjørdur fyri at fáa ein traktor oman í dalin.
Gingið verður oman til nýggja uppdyrkingarvegin niðan í Ovara botn. Haðani er útsýni yvir stóra dalin og bóndagarðin í Syðradali. Haðani verður so gingið gjøgnum portrið oman til høvuðsvegin.
Um ein ynskir at halda fram til Norðradals, skal ein fara gjøgnum portrið á høgru hond 400 metrar longur niðri, beint áðrenn ein kemur til høvuðsvegin (sí rutuna Syðradalur – Norðradalur).
Tað er møguligt at ganga túrin úr báðum endum, men hann er lættari at ganga frá Sundshálsi. Kanska er tað eisini vakrari at ganga frá Sundshálsi og vestureftir, og haðani til Norðradals og aftur til Sundsháls, umvegis fólkaskarð.
Sundshálsur - Syðradalur
Ongin almennur bussur koyrir til Syðradals ella eftir Oyggjarvegnum.
Parkering, á Sundshálsi
Á Sundshálsi eru góðir parkeringsmøguleikar við høvuðsvegin (sí mynd)
Syðradalur - Sundshálsur
Ongin almennur bussur koyrir til Syðradals ella eftir Oyggjarvegnum.
Parkering í Syðradali
Í Syðradali kann parkerast á parkeringsplássið ið er merkt við grønum á myndini. Av tí at parkeringsplássini ofta eru upptikin, ber eisini til at seta bilin fram við høvuðsvegnum beint við, sí grønu strikurnar á myndini.
Sundshálsur - Syðradalur
Syðradalur - Sundshálsur
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar