Syðrugøta - Ánir
Fram við merkisverdu Gøtugjógv til kráarløgini undir Ánadali.
Ovaliga á Kinnarvegnum, omanfyri Syðrugøtu, er ein lítil síðuvegur, sum leiðir út til bøgarðsportrið, tætt við gjónna. Haðani verður gingið niðan vestur eftir, fram við gjónni. Onkustaðni sæst gøtan, meðan hon aðrastaðni bert hómast – ella als ikki sæst.
Hendan gøtan niðan við Gøtugjógv, um Gjódal og Gjógvhálsar, er gamla gøtan norður í Haga, sum tey kallaðu tað. Gøtan bleiv eisini brúkt til torvskurðin í Gjódali, og til at ganga til bygdirnar norðanfyri.
Meðan gingið verður niðaneftir, síggja vit hesa djúpu, vøkru og merkisverdu Gøtugjógv, sum kloyvir landið í tvey - líka úr Gøtugjógv til Saksun.
Gingið verður allan vegin niðan við gjónni, til komið verður niðan um gjáarmunnan. Har verður farið norður um ánna at ganga seinasta strekkið niðan gjøgnum Gjódal, fram við Elspugili og víðari niðan á Gjógvhálsar, sum við 278 m. er hægsta punkt á gøtuni.
Har gingið verður tvørtur um ánna verður eisini kallað fyri Húskallalopið. Upprunin til navnið sigst verða, at fyri at gerast húskallur niðri við Hús í Syðrugøtu, skuldi ein verða mentur at bera ein geldseyð, allan vegin frá rættini niðri við ósan í Skálafirði niðan tvørtur um Gjógvhálsar og til seinast leypa tvørtur um ánna við Gjómunna (beint omanfyri Gøtugjógv) – uttan at hvíla. Ikki hissini bragd!
Uppi á Gjógvhálsum er gott útsýnið norður eftir Skálafjørðinum og fjøllini norðanfyri – norðast Svarbakstindur, sum við sínum 801 m., er tíggjunda hægsta fjallið í Føroyum. Eisini síggja vit norður á Øksnagjógv og Lokkafelsgjógv, sum eru partur av áðurnevndu longu kloyvu, sum kloyvir Eysturoynna og Streymoynna tvørtur um. Beint norðanfyri síggja vit niður yvir Ánadal, har nógv torv bleiv skorið. Beint omanfyri Ánadal er Trælavatnaskarð, har bygdagøtan til Kambsdal gongur upp um.
Frá Gjógvhálsar verður gingið beina leið skrátt oman móti Hvíthjalla við Ánir. Á Hvíthjalla, í 100 m. hædd, beint sunnanfyri Norðastuá, kemur gøtan saman við gøtuna oman av Trælavatnaskarði, sum vit síðani fylgja beina leið oman á høvuðsvegin.
Sum nevnt, var nógvur torvskurður omanfyri – uppi í Ánadali. Har skóru Søldfirðingar torv. Hetta torv bleiv ført oman á Hvíthjalla við rennistrongi, og haðani víðari oman á Ánasandi við einum øðrum rennistrongi, har tað síðani bleiv ført heim til hús við árabáti. Nógvu kráarløgini á Hvíthjalla bera eisini boð um nógva torvskurðin.
Nógvar søgur eru um mongu og freku seyðatjóvarnar víða økinum norðuri í Haga. Ein søgn er um tiltikna kvika húskallin Jákup Dintil. Hann hevði verið norðuri í Haga fyri at hyggja eftir seyði. Tá tað var blivið ov seint til at ganga longu leiðina heim aftur til Syðrugøtu, fór hann inn í eitt felags seyðahús norðuri í Haga, sum teir høvdu til at yvirnátta í. Har legði hann seg heitt og fjálgt upp á skinnini sum lógu strekt tvørtur um bitarnar í erva. Seinni um kvøldið komu brádliga tveir seyðatjóðar inn, fyri at fletta hvønn sín stolna seyð og kóka sær ein bita. Meðan teir sótu og ótu, fekk hann kvett eldbandið sum potturin hekk í soleiðis, at potturin hvølvdist niður yvir teir. Síðan kastaði hann skinnini oman yvir menninar, leyp niður á teir, traðkaði teir og slapp sær so á dyr. Kvikur sum hann var, rann hann nú undan teimum heim til Syðrugøtu at siga frá, har hann var væl løntur av húsbóndanum fyri bragdið.
Tað var eisini í hesum víða øki millum Funningsfjørð og Skálafjørð, kallað Millum Fjarða, at menn í gomlum døgum ofta fórust í fyllskapi. Tískil tók Mikkjal sýslumaður í Eysturoy, samb. søgnini, seint í 1500 talinum stig til at fáa fólk at búsetast inni í Skálafirði. Hetta gjørdi eisini torvskurðin nógv lættari, tí tá kundu teir koyra torvi við hestavogni, sum teir læntu í Skálafirði.
Syðrugøta - Ánir
Túrurin byrjar 800 m. niðan eftir Kinnarvegi, til har sum ein stuttur síðuvegur leiðir út til bøgarðsportrið. Hesin síðuvegur er smalur, men í byrjanini er hann so mikið breiður, at pláss er til at seta 1-2 bilar, alt eftir hvussu væl teir verða parkeraðir – sí grønu linjurnar á myndunum. Haðani skal gangast út á gøtuna eftir bláu linjunum.
Ánir - Syðrugøta
Parkeringsmøguleikarnir við Ánir eru ikki góðar. Tað nærmasta parkeringsplássið er 1,3 km. norðanfyri, fram við landsvegnum – sí grønu strikuna. Haðani má gangast eftir landsvegnum til har sum gøtan byrjar – sí bláu pílarnar. Onki portur er á hegninum, so ein má gleiva upp um hegnið.
Syðrugøta - Ánir
Ánir - Syðrugøta
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar