Toftir - Runavík
Ein lættur, hugnaligur og sera vakur túrur gjøgnum tættasta heiðalyngin í Føroyum.
Henda bygdagøtan er vælegnað til ein stuttan hugnaligan túr gjøgnum tættasta heiðalyngin í Føroyum, Húshagan millum Svangaskarð og Runavík, eins og hon eisini er sera væl egnað sum endin á 9,5 km langa rundtúrinum Runavík–Rituvík–Toftir–Runavík, sum tú eisini finnur á heimasíðuni.
Byrjað verður á Svangaskarði, har góð parkeringsviðurskifti eru. Gingið verður gjøgnum bøgarðsportrið við rættina og haðani í beinari linju gjøgnum Húshagan, oman til bøgarðsportrið niðri við Skúlan við Løkin.
Tað er lagaligt, friðarligt og sera vakurt at ganga oman eftir gøtuni, sum smýgur sær gjøgnum tætta reyð-grøna hagalyngin, sum er so síður, at varðarnir mestsum eru fjaldir í honum. Her er tiltikið vakurt í september, tá ið bláreyði berjalyngurin stendur í fagrasta blóma, og jarðroykur hongur uppi yvir honum.
At gøtan ikki sæst stóran part av leiðini bendir eisini á, at her verður ikki nógv gingið. Onkur spennandi gil og áir eru á vegnum, m.a. við Skrivarakeldu, Kollingsklett og eisini tættari bøgarðsportrinum í Runavík.
Meðan gingið verður omaneftir, er gott útsýni oman yvir Toftavatn, sum er kent fyri sítt ríka fuglalív.
Gingið verður ígjøgnum bøgarðsportrið beint áraka skúlan við Løkin. Haðani gongur leiðin gjøgnum eitt annað portur heilt úti við Rókarvegin, sum leiðir inn til parkeringsplássið framman fyri skúlan.
Toftir - Runavík
440 Skálafjarðarleiðin: https://www.ssl.fo/fo/ferdaaetlan/bygdaleidir/440-skalafjardarleidin/
444 Kambsdalur–Skálafjørður/Toftir: https://www.ssl.fo/fo/ferdaaetlan/bygdaleidir/444-kambsdalur-skalafjordur-toftir/
450 Tórshavn–Eysturoy (Tunnilsleiðin): https://www.ssl.fo/fo/ferdaaetlan/bygdaleidir/450-torshavn-eysturoy-tunnilsleidin/
Parkering, Toftir, Svangaskarð:
Góð parkeringsviðurskifti eru við rættina eystan fyri fótbóltsvøllirnar á Svangaskarði, sí grønu linjurnar.
Runavík - Toftir
440 Skálafjarðarleiðin: https://www.ssl.fo/fo/ferdaaetlan/bygdaleidir/440-skalafjardarleidin/
442 Glyvrar–Æðuvík–Rituvík: https://www.ssl.fo/fo/ferdaaetlan/bygdaleidir/442-glyvrar-aeduvik-rituvik/
444 Kambsdalur–Skálafjørður/Toftir: https://www.ssl.fo/fo/ferdaaetlan/bygdaleidir/444-kambsdalur-skalafjordur-toftir/
450 T
Toftir - Runavík
Runavík - Toftir
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar