Tórshavn - Syðradalur

  • Útsýnið av Dalsskarði (391 m.) vestureftir yvir dalin Millum Skørðini, út yvir syðri enda á Vágoynni við eyðkendu Trælanípuni longst til vinstru, síðani Ritubergsnøvu, Middagsfjall og Miðvágur. Mynd: Óli Gardshodn. Aftast til høgru hómast Mykines.
  • Útsýnið vestur eftir byrjanini av bygdagøtuni, beint vestanfyri parkeringsplássið við Oyggjarvegin – áðrenn komið er inn á Rossagøtuna. Tað eru lutfalsliga slætt og nógvir stórir steinar í økinum, har varðarnir eru lagaðir uppi á teimum størstu av teimum. Í baksýninum sæst Fjallið, 417 m. Mynd: Óli Gardshodn.
  • Seks gentur á teirra rossum ein hugnaligan túr eftir Rossagøtuni. Ansa eftir ikki at kløkka hestarnar – gang og tosa róliga, um gjørligt far eitt sindur av gøtuni! Mynd: Óli Gardshodn.
  • Útsýnið av Dalsskarði eysturyvir Havnardal og vindmyllurnar í Hoyvíkshaga, Húsahaga og Flatnahaga. Í baksýninum til vinstru, Eysturoyggin og Skálafjørðurin. Hæddin á vindmyllunum, sum gingnar verða framvið, eru 78 m. upp á vindmyllutornini. Veingjabreiðið er 82 metrar og samlaða hæddin 119 metrar. Mynd: Óli Gardshodn.
  • So líðandi, sum gingið verður tvørtur um Dalsskarð (391 m.) kemur trillrunda skarðið og lítli dalin hinumegin, Millum Skørðini, undan. Í vesturskini og við góða útsýninum yvir á Vágoynna, er avbera vakurt og friðsælt at ganga hendan túrin oman gjøgnum hugnaliga dalin millum Konufelli og Murufelli, har Koltur og Trøllkonufingur so líðandi eisini koma undan. Mynd: Óli Gardshodn.
  • Útsýnið frá brøttu eggina við Sunnaraskarð í Syðradali (300 m.) oman yvir Syðradal við tí nógva og vakurt velta bønum. Til vinstru sæst Koltur og til høgru Dalsnípa, vestanfyri Norðradal. Í Baksýninum Vágoyggin við Trælanípuni, Miðvági og Trøllkonufingri. Mynd: Óli Gardshodn.
  • Bratta Sunnaraskarð í Syðradali (300 m.) og Syðradalsá. Bygdagøtan er beint til vinstru fyri (norðanfyri) fossin. Tað er hesin hamarin, sum bert skal klintrast í turrum summarveðri í juni – august, tá grótið og grasið er turt og ikki hált. Um tað bara er eitt sindur hált, kann tað verða SERA vandamikið. Mynd: Óli Gardshodn.
  • Koltur. Mynd: Óli Gardshodn
hike poster

Ein fjølbroyttur, hugnaligur og vakur túrur eftir rossagøtuni, fram við vindmyllunum í Flatnahaga, yvir um vatnbyrgingina í Havnardali, niðan vestur um Dalsskarð og til seinast oman gjøgnum tað sera bratta Sunnaraskarð í Syðradali, sum bert má gangast ein turran summardag.

Av tí at tað er sera bratt gjøgnum hamrarnar í Sunnaraskarði oman fyri Syðradal, er bert viðmælt at ganga gjøgnum hamaran á sumri, tá ið turt er í veðrinum. Tó ber væl til at ganga vestur til Sunnaraskarð at njóta túrin og útsýnið og so ganga aftur til Havnar.

Túrurin byrjar uppi á Oyggjarvegnum við parkeringsplássið 200 m oman fyri Marknagil, beint omanfyri, har farið verður inn á kappríðingarbreytina. 
Beint vestan fyri parkeringsplássið sæst fyrsti varðin uppi á einum stórum steini. 
Tá ið farið varð úr Vágsbotni í Havn til Syðradals, varð gingið vestur eftir Gríms Kambansgøtu og síðan niðan eftir Dalavegnum. Navnið Dalavegur kemst av, at hetta var farleiðin til Syðra- og Norðradals.
Fólk til gongu brúktu gøtuna í neðra, út í Havnardal og haðani niðan tvørtur um Dalsskarð. 
Tey, sum høvdu klyvjaross, fóru eftir gøtuni í erva, tí ikki var gangandi um Sunnaraskarð í Syðradali við rossi. Tey gingu norður á Sundsháls og haðani niðan tvørtur um Reiðskarð. 
Leiðin út í Havnardal eftir Landavegnum er seinni brúkt. Tann vegurin varð gjørdur í 1836 fyri at fáa torv heim úr teimum góðu, men óhøgligu torvheiðunum í Havnardali. Tá varð gingið niðan á Havnardalshamar við Gunnisá og haðani norður á Dalsskarð. Vegurin varð lutvíst goldin við torvskatti.
Tá ið Oyggjarvegurin í 1950’unum bleiv gjørdur norður um Sundsháls, niðan tvørtur um lítla Runufjall, til Ánna Grøv, varð koyrt hagar norður og síðan gingið tvørtur um Reiðskarð til Syðradals. Eftir hetta er bygdagøtan um Dalsskarð minni og minni brúkt og tískil heldur ikki hildin – heldur ikki varðarnir, sum nú fleiri liggja flatir. 
Gakk eftir varðunum vestur eftir gøtuni. Gøtan er góð, og her er rættiliga hugnaligt og vakurt at ganga, við góðum útsýni vestureftir, har vit síggja Hest koman undan Velbastaðhálsi. Her møtir tú ofta fólki til gongu og á rossabaki. Møtir tú rossum á gøtuni, er góður skikkur at fara einar 2-3 metrar av gøtuni og bara standa stillur og hyggja, meðan rossini ríða framvið. Hetta er fyri ikki at loypa fjáltur á rossini. 
Tá ið komið er út til Tvørá, skalt tú av gøtuni og fylgja varðunum niðan millum 119 m høgu vindmyllurnar. Her er gott at ganga í lutfalsliga slætta vallaða lendinum tvørtur um Flatnahaga – bert avbrotið av vegunum til vindmyllurnar. Tá ið vit eru komin nakað oman móti vatnbyrgingini í Havnardali – áraka sjálva byrgingina – sneiða vit oman móti henni. Komin oman á gøtuna við vatnið fylgja vit henni tvørtur um byrgingina og njóta góða útsýnið oman yvir fløtuna í Havnardali. Vatnbyrgingin varð gjørd í 1966, tá ið fólkatalið í Havn var vaksið til 10.000.
Komin tvørtur um byrgingina gongur tú tveir triðingar, uml. 350 m, norður eftir vestaru síðu á vatninum. Her er vakurt at ganga, serliga tá ið stilt er í veðrinum, og alt speglast í vatninum. Á rygginum millum tær báðar stóru áirnar á vestaru síðu sært tú ein varða, sum liggur flatur. Hiðani gongur tú beina leið niðan á Dalsskarð eftir vallaðu brekkuni. Næsti varðin er uml. 200 m longur uppi. Haðani standa varðarnir hampiliga tætt allan vegin til Sunnaraskarð oman fyri Syðradal. Seinasta strekkið niðan á Dalsskarð er eitt sindur grýtut, men kortini er gott at ganga. 
Meðan tú gongur niðan frá vatninum, fært tú alsamt betri útsýni oman gjøgnum Havnardal, har havnarfólk høvdu sínar góðu, men óhøgligu torvheiðar. Sjálvt um eingin sker torv longur, so søkja havnarfólk framvegis nógv út í Havnardal at taka sær av løttum og ganga túrar í náttúruvakra økinum. Her hava havnarfólk nógvar av sínum traðum, skótafeløgini síni felagshús og rossafeløgini síni rossafjós, -breytir og -hallir.
Komin næstan niðaná hava vit eisini gott útsýnið út á Nólsoynna og inn móti Eysturoynni, har vit síggja Raktanga og part av Skálafjørðinum við fjøllunum í Eysturoynni og Norðoyggjum í baksýni.
Komin niðan á Dalsskarð gerst útsýnið støðugt betri vestureftir. Oman vestureftir gjøgnum dalin, kallaður Millum Skørðini, hava vit hetta avbera vakra útsýnið við Vágum í baksýni.
Niðri á eggini á Sunnaraskarði kanst tú sita og njóta útsýnið við einum kaffimunni og so ganga aftur til Havnar, ella tú heldur fram oman gjøgnum brøttu hamrarnar. Men legg til merkis, at hetta er ikki fyri fólk við hæddarræðslu. Og, sum áður nevnt, so er ikki ráðiligt at ganga oman, uttan so at tað er ein góðan, turran summardag – og so eisini at hava góðar fjallaskógvar, vera ansin og ikki vera í klæðum, sum glíða væl í grasinum. 
Annars er rættiliga nógv gingið henda vegin. Postmaðurin gekk tvær ferðir um vikuna við posti til Syðradals. 
Tá ið gingið verður oman frá varðanum beint oman fyri Sunnaraskarð, verður gingið oman á norðaru síðu á fossinum, ongantíð longri enn einar 20 m frá fossinum. Gingið verður soleiðis:
• Gakk 6 m oman um varðan, halt so til vinstru móti ánni og gakk oman um tað fyrsta hamarsskapilsið.
• Gakk 10 m beint oman gjøgnum grasið til niðara partin av hamaranum.
• Gakk so til vinstru móti ánni og síðan á skák omaneftir til høgru gjøgnum hamaran, oman til grasið. Hetta er tað torførasta strekkið. Har sum vatn er á helluni, kann verða sera hált. Har er onkustaðni neyðugt at húka ella grulva. Onkur grótlaðing er gjørd at ganga eftir.
• Komin oman í grasið skal tú aftur til vinstru yvir móti ánni og síðani sikksakka oman eftir vallaða rygginum, til tú at enda kemur oman í grasið undir hamaranum.
Brúka GPX-sporið vegleiðandi.

Tórshavn - Syðradalur
Syðradalur - Tórshavn

Tórshavn - Syðradalur

Góð parkeringsviðurskifti eru á parkeringsplássinum 200 m oman fyri Marknagil, sí grønu linjuna. Hetta er beint omanfyri har, sum starturin á kappríðingarbreytini í Marknagili er. Haðani skal gangast eftir bláu linjuni vestur oman av parkeringsplássinum, har fyrsti varði sæst uppi á einum steini, uml. 75 m vestanfyri. 
Nevnast kann, at oman fyri vegin, 200 m longur niðri, eru góð parkeringsviðurskifti við Marknagil. Eisini ber til at seta bilin niðri við stóra parkeringsplássið við rulluplássið oman fyri Hotel Føroyar, har annaðhvørt verður gingið niðan eftir Oyggjarvegnum ella eftir kappríðingarbreytini og síðan rossagøtuni, niðan til bygdagøtuna. 

Syðradalur - Tórshavn

Á Syðradali eru eisini góð parkeringsviðurskifti við ovara sving oman fyri Syðradal – við Syðradalsá, sí grønu linjuna. Haðani verður gingið eftir bláu linjuni niðaneftir, tvørtur um ánna og síðan niðan gjøgnum hamaran vinstrumegin ánna (norðan fyri ánna).

Tórshavn - Syðradalur
Syðradalur - Tórshavn

Tórshavn - Syðradalur

Syðradalur - Tórshavn

Fakta

path icon
1t 30m

Tíð

path icon
6 km

longd

hilltop peak icon
391 m

Hægsta stað

family icon
293 m

Hæddarmetrar


family icon 10+ saman við vaksnum.
difficulty icon Avbjóðandi -
terrain icon Vallað og gott lendi allan vegin, sæð burtur frá Sunnaraskarði oman fyri Syðradal, har tað er sera bratt – ja, so bratt, at neyðugt er at klintra.
8°C
12 m/s
Veður forsøgn
#

Available guided tours