Túrur kring Havnina
Eftir friðsælum gongugøtum frá Steinatúni til Ketturðina, har vakurt útsýni er yvir allan býin.
Túrurin byrjar við Visit Tórshavn í Steinatúni. Gakk niðan eftir Niels Finsensgøtu, og snara so til vinstru inn á vegin Við Havnará, har standmyndin Ormabani, eftir listamannin Jóhannes Paturssyni stendur í ánni. Halt fram víðari niðan móti viðarlundini. Tað er so friðsælt at koma inn í hetta hugnaligt øki við ánni, trøum, dunnum, fuglum og øðrum fólkum sum eisini leita sær til hesa perlu ella bara ganga ígjøgnum hana á veg til ella frá arbeiði.
Úr viðarlundini gongur tú víðari niðan fram við fótbóltsstadión, svimjihøllini, Tórsbreyt og víðari eftir vegnum Undir Svartafossi, har tú eftir samanlagt 2 km. kemur til Svartafoss. Nógv fólk, og eisini pør, ganga framvið hesum vakra og romantiska fossi, har tveir vatnstreymar so vakurt renna saman til eitt.
Halt fram eftir smølu gøtuni niðan um fossin og síðani niðan eftir Ternuryggi. Hetta økið var í 1938 stovna sum eitt urtagarðsøki við uml. 130 smærri stykkjum, sum fólk kundu leiga. Tá lá tað langt uttanfyri Tórshavn. Tá kríggið brast á í 1939, og fremmandir sjómenn strandaðu her, ynskti kommunan at gera eitt stuðulsátak soleiðis at hesir menn kundu gera okkurt til nyttu og harvið fortjena sær nøkur oyru. Hesir menn arbeiddu m.a. uppá gøturnar í hesum urtagarðsøkinum. Halt fram niðan um hugnaliga urtagarðsøkið og gakk víðari niðan til Villingafoss. Omanfyri liggur vatnveitingin hjá Tórshavn, har tú m.a. sært stóru vatnbyrgingina frá 1988, sum liggur í uml. 270 m. hædd.
Halt fram niðan gjøgnum brøttu gøtuna í Ketturðina. Komin niðaná ert tú komin í helvt á hesum túri. Her er so sera vakurt og friðsælt at ganga her uppi, við avbera góða útsýninum yvir Hoyvík, Tórshavn, Argir, Nólsoynna – ja, og eisini norðureftir inn á Skálafjørðin, Eysturoynna við øllum fjøllunum har norðuri.
Á hesum plássið eru ómetaliga nógvir stórir steinar, ið liggja spjaddir allan vegin suður eftir Brúnni – suður til Keldurnar og so aftur við Fjarskiftismastrarnar omanfyri Hotel Føroyar. Hesir kunnu stava frá ístíðini, har teir eru spulaðir út í eini spulirennu undir ísinum.
Við góða útsýninum gongur tú víðari suður til Keldurnar har vegurin krossar gomlu bygdagøtuna til Syðra- og Norðadals. Snara oman eftir bygdagøtuni eftir Keldunum – oman móti á Varða har tú kemur til bøgarðsportrið. Beint áðrenn tú kemur til bøgarðsportrið ber til at ganga 150 m. norðureftir, fram við hegninum omanfyri brandstøðina, til Varðholuna, sum er ein kulla í lendinum við einum stórum steini mitt í. Varðholan bleiv brúkt til bæði fólkafundir og at goyma seg fyri sjórænarum. Eisini plagdu skótarnir at gera vikuskiftis útferðir niðan her – hetta lá jú langt uttanfyri Havnina. Halt fram víðari oman gjøgnum bøgarðsportrið, tvørtur um Oyggjarvegin og víðari oman eftir gøtunum inn á vegin Írarók. Niðast á Varðagøtu, gongur tú fram við barndómsheiminum hjá listamanninum og heiðursborgaranum í Tórshavn, Williami Heinesen. Gakk víðari oman í viðarlundina, har tú kemur til minnisvarðan til minnis um teir sjómenn, ið lótu lív undir seinna heimskríggi. Við bæði vøtnini beint niðanfyri minnisvarðan, er ríkt fuglalív – eisini onkur forvitnisligur fuglur. Gakk víðari omaneftir.
Tá tú kemur út úr viðarlundini – har sum brúgvin er, skalt tú snara til høgru eftir gøtuni niðan móti Sankta Frans skúla, har tú gongur fram við sera yndisligu bronsustandmyndin av dreymagentuni Tariru – eisini kalla Álvagentan, eftir Hans Paula Olsen, sum bleiv reist til minnis um William Heinesen. Her plaga árligu pisufundirnir at verða hildnir.
Halt fram oman eftir Tórsgøtu oman í Steinatún har túrurin endar.
Steinatún
Stóra busssteðgiplássið í Steinatúni, er beint við har sum túrurin byrjar, við Visit Tórshavn.
Myndin niðanfyri lýsir parkeringsviðurskiftini í miðbýnum.
Steinatún
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar