Bátatúrar í Árnafjørður
Túrar við ferðaleiðara, fiskitúrar og familjutúrar
Túrar við ferðaleiðara, fiskitúrar og familjutúrar
Hesir bátatúrar eru fyri smáar bólkar og familjur, sum vilja uppliva Føroyar frá sjónum. Tú siglir í einum føroyskum báti, okkara fremsta listahandverki. Tað kunnu vera 5 gestir umborð á bátinum.
Tað eru fleiri upplivingar at velja ímillum:
“Túrar við ferðaleiðara” eru fjølbroyttar upplivingar. Ímeðan tú siglir framvið stórfingnum landsløgum, hoyrir tí staðbundnar søgur, og lærir um djóralívið við strendurnar. Við tráðuni fær tú møguleika at gera tínar egnu royndir.
“Fiskitúrar” eru túrar, har dentur verður á at fiska. Vakra landslagið við fjørðin ger upplivingina heilt serliga. Hevur tú eydnuna, kanst tú fáa fiskasløg sum tosk, hýsu, seið og kongafisk.
“Familjutúrar” geva góðan møguleika til at taka lut. Børnini fáa møguleikan at stýra bátinum og at fiska. Á túrinum geva vit náttúruni gætur, og royna at eyðmerkja tey djór og teir fuglar sum vit síggja.
“Fish, Visit & Dine” er ein heilt serlig staðbundin heildagsuppliving. Fyrst verður siglt út í flógvan, har roynt verður við tráðuni. Góð tíð er eisini til at njóta vøkru náttúruna í økinum.
Vit eiga tríggjar føroyskar bátar, og kunnu til størri bólkar og starvsfólkaútferðir fyriskipa bátatúrar fyri 15 gestir í senn.
Fyri at fáa meira at vita um okkara túrar, og fyri at bóka beinleiðis, er tú vælkomin at vitja heimasíðuna boat.fo. Um tú trýstir “Schedule” sær tú skrá yvir túrar á fleiri føroyskum firðum.
Bústaður
Ljósá marina
Eysturoy
Upplatingartíðir
-
Stongt