Bíggjar Kirkja

  • Bíggja kirkja

Vígv í 1865.

Stutt eftir hálvan mai í 1865 fóru menn í holt við at byggja nýggju kirkjuna í Bø. Arbeiði tók fimm mánaðir og kirkjan stóð liðug 16. oktober sama ár.

Jens Christian Heinesen úr Sørvági var valgdur at standa fyri arbeiðinum. Afturat sær hevði hann átta aðrar timburmenn, sum hjálptu honum at smíða og gera ymsit annað fyrifallandi arbeiði.

Hildið verður, at kirkjan er bygd á ta gomlu kirkjugrundina, og vert er at geva gætur, at tað var ein munur uppá tríggjar alin millum ta gomlu og ta nýggju kirkjuna. Líkt kundi verið til, at teir hava skoytt upp í báðar endar, tí tað tykist sum nýggj laðing er í báðum endum. Men á mannamunni verður hildið, at kirkjan varð longd vestureftir.

Kirkjan er 18 alin til longdar, 11 alin breið (11,5m x 7m).

Inni í kórið er altarið. Har stendur tann tunga altartalvan úr stoypijarni. Millum manna hevur verið sagt, at Heini í Búri í sínari tíð hevur givið altartalvuna, men helst er misskiljing komin í, tí sambært skjølum á Skjalasavninum, er hetta ikki so, tí í fleiri støðum stendur skrivað, at altartalvan er givin av Zacharias Heinesen.

Altartalvan varð umvæld í 1939, av Mikkjal Dánjalson á Ryggi, sum tá sat í kirkjuráðnum í Bø. Afturat sær hevði hann Aage Heinesen til hjálpar.

Uppi yvir altartalvuni hongur ein málningur av Jesusi á krossinum, sum Heini í Búri hevur givið kirkjuni. Hildið verður, at tað er Carl Carlsen, listamálari, ið hevur málað hann í 1892.

Doypifunturin er dreyaður úr viði og hevur doypifat úr messing.

Í fótskørunum, á loftinum og undir prædikustólinum eru træsnældur, sum somuleiðis eru dreyaðar við rennitóli.

KELDA: J. P. Gregoriussen, Eldru Hválvkirkjurnar

Bústaður

Kirkjubreyt 2

Vágar