Café MorMor B&B

  • Cafe MorMor
  • Cafe MorMor
  • Cafe MorMor

Nú ber eisini til at gista í hugnaligu kaffistovuni í hjartanum á Tvøroyri.

Vælkomin at gista á Café MorMor.

Nýbygda anneksið, sum er partur av Café MorMor, hevur sovikamar við dupultsong, baðirúm við wc og brúsu og eitt vakstrarhús, sum um veturin liggur í dvala. Her er friðarligt og frálíkt útsýni út á fjørð og fjøll.

Lítla kvistkamarið á loftinum á Café MorMor, hevur pláss fyri einum gesti. Atgongd er til baðirúm, við wc og brúsu, sum er í anneksinum beint niðanfyri café´ina.
Morgunmaturin verður borðreiddur á caféíni - heimabakað breyð, frísktpressað juice við góðum tilhoyri.

Gestir hava møguleika at brúka café´ina, dagliga, sum er vetrarstongdfrá 1. okt - 1. mai. Har er væl útgjørdur køkur og hugnaligar stovur. Mitt í viku er ymiskt virksemi uppi á loftinum á Café MorMor, men í vikuskiftinum er friðarligt.

Prísur fyri dupultkamar v/morgunmati (tvey vaksin og møguleiki fyri at reiða upp til barn) í tvær nætur er 1.900 kr.

Prísur fyri lítið kvistkamar v/morgunmati (ein vaksin) í tvær nætur er 1.200 kr.

Áhugað kunnu senda teldupost til cafe@mormor.fo ella ringja 287810

Bústaður

38 Undir Heygnum, Tvøroyri 800, Færøerne

Suðuroy