Christianskirkjan

  • Christianskirkjan
  • Christianskirkjan

Kirkjan í Klaksvík er vígd í 1963

Mitt í Klaksvík stendur tann hábærsliga Christianskirkjan, bygd úr føroyskum gróti, viði og skifuri.
Hon er tann fyrsta stóra kirkjan í Norðurlondum, sum er bygd í gomlum norskum stíli, og er bæði innan og uttan ein serstøk kirkja.

Tá ið tú gongur eftir kirkjugólvinum, sært tú uppi yvir altarinum stórfingna freskomálningin ‘Hin stóra kvøldmáltíðin’ hjá Joakim Skovgaard. Undir tróðrinum í stóra kirkjurúminum sært tú eitt søguligt áttamannafar hanga. Hetta man vera einasta kirkja í heiminum, har eitt far í fullum líki hongur. Legg eisini til merkis doypifuntin í kirkjuni, sum er mettur at vera ein á leið 4000 ára gomul heiðin skál.

SØGA OG BYGGILIST
Christianskirkjan hevur sín byggilistarliga íblástur frá Víkingahallum og frá roykstovunum í gomlum føroyskum húsum. Tað sigst, at hendan konstruktiónin er serliga væl egnað til kirkjubygningar. Akustikkurin í Christianskirkjuni sigst at vera einastandi góður. Kirkjan hevur navn sítt eftir danska konginum Christian X (1870-1947) og er eisini vígd til minnis um teir føroysku fiskimenn, sum sjólótust undir seinna veraldarbardaga.

SERLIGT INNBÚGV
Tvær eldri altartalvur eru í Christianskirkjuni. Tann eldra hevur evnið Krossfestingin og er málað í 1827. Ta yngru, við myndaevninum Emmaus, málaði danski listamaðurin Peter Raadsig (1806-1882). Kirkjan fekk hana í varðveitslu í 1867, sama árið sum kirkjan framman undan hesari varð vígd.
Í kirkjukjallaranum eru listarverk eftir Edward Fuglø. Her eru tíggju sermerktir, rundir træskurðar, ið lýsa søgur frá Jesu lívið.

Fá meira kunning um kirkjuna her: https://issuu.com/visitfaroeislands/docs/49117_vfi_kirkjufaldari_faldari_fo_fac35fbd5a88b3

Kirkjan er opin fyri almenninginum frá 15 mai til 15 september.

Bústaður

kirkjubrekka 6

Norðoyggjar

Hentleikar

  • Koyristól atgongd

    Koyristól atgongd

  • WC
  • Møguligt at bíleggja pláss
  • Parkering