Føroya Grótvirki

  • Føroya Grótvirki

Grót hart, grót føroyskt grót frá Føroya Grótvirki.

Í 2013 keyptu brøðurnir, Heini og Høgni Tausen, Føroya Grótvirkið í Skopun. Á virkinum verða stórir klettar, úr grótbrotinum í Høvdarhaga, virkaðir til gravsteinar, borðplátur, durahellur, og aðrar smærri lutir til nyttu og prýði. Eitt av stórverkunum, sum eru framleidd her, er trappan í Vágsbotni.

Sum partur av Economusée-skipanini, hevur grótvirkið latið hurðarnar upp fyri vitjandi, soleiðis at enn fleiri sleppa at síggja og hoyra um, hvussu føroyingar í øldir hava brúkt grótið sum byggitilfar og tilfar til brúkslist.

Bústaður

Tormansvegur 36

Sandoy