Fuglafjarðar kirkja
Stór og ljós við góðum orgulið og akustikki
Fuglafjarðar kirkja er ein av nýggjaru kirkjunum í Føroyum. Hon var bygd á sama stað, sum undanfarnu kirkjurnar vóru, rættiliga miðskeiðis í býnum og beint við kirkjugarðin. Tætt við kirkjuna er hugnaliga miðstaðarlundin, har útigudstænasta plagar at vera 2. hvítusunnudag.
Fuglafjarðar kirkja var vígd á hvítusunnu 10. juni í 1984. Danski arkitekturin, sum teknaði kirkjuna, er Holger Jensen. Kirkjan er kend fyri sín ljósa, norðurlendska opna stíl, við stórum vindeygum oman móti bygdalagnum og fjørðinum, fyri góða akustikkin og flotta Marcussen & søn orgulið, sum hevur 26 stemmir.
Bústaður
Kirkjuvegur 20
Eysturoy
Upplatingartíðir
-
Stongt
Hentleikar
- WC
- Parkering
- Bólkar