Garðahúsið
Kom og njót heimablídni í Garðahúsinum og vakra urtagarðin uppi á Gørðum í Søldarfirði
Kom og njót heimablídni í Garðahúsinum og vakra urtagarðin uppi á Gørðum í Søldarfirði. Njót ljóðini, ið náttúran hevur at bjóða og vakra útsýni yvir allan Skálafjørðin.
Vit borðreiða heimagjørdan mat í heimligum og hugnaligum umhvørvi. Tú kanst njóta ein góðan drekkamunn við heimabakaðari køku, ein miðmála ella eina 3 rættaða matskrá. Eisini hava vit eina nógv rósta fiskasúpan, sum er verd at royna. Tú fært tað, tær lystir.
Til ber eisini at bíleggja gongutúrar við royndum ferðaleiðara og uppliva vøkru føroysku náttúruna. Eftir túrin er sjálvandi møguleiki at seta seg í urtagarðin og njóta eina góða máltíð.
Opið er bert eftir avtalu. Matur og gongutúrar mugu bíleggjast frammanundan.
Bústaður
Garðavegur 27
Eysturoy
Upplatingartíðir
-
Stongt