Grasagarður
Spælipláss
Spæliplássið liggur mitt í Tórshavn millum Tilhaldið í Tórsgøtu og Móttøkuhúsið í Tróndargøtu. Tú sleppur fram at spæliplássinum bæði úr Niels Winthers gøtu, Tórsgøtu og úr Kongagøtu. Spæliplássið hevur portur út móti Niels Winthers gøtu og Tórsgøtu, soleiðis at smáu børnini ikki enda úti í ferðsluni.
Her eru trampolinir, eiturkoppatorn, nógv javnvágsamboð, klintriveggur og sandøki við spælihúsi og skreiðibana. Her er góð lívd, og ein stórur partur av spæliplássinum er klæddur við gummiundirlag, soleiðis at børn ikki fáa skaða, tá tey grulva, hoppa ella koppa.
Hvør:
Serliga børn í aldrinum 2–7 ár, men verður eisini brúkt av eldri børnum
Bústaður
21 Tórsgøta, Tórshavn 100, Færøerne
Streymoy
Upplatingartíðir
-
Stongt