Hattarvíkar Kirkja

Kirkjan var vígd í 1833

Tá oyggin, stutt eftir hetta, skuldi hava nýggja kirkju - sum higartil hevði verið á Kirkju - varð avgjørt at byggja hana í Hattarvík, tí: der ikke bor nogen mand, som kan betroes at være værge for kirken. Kirkjan var vígd í 1833.

Í 1881 verður kirkjusýn hildið. Tá verður um kirkjuna sagt: Kirkjan í Fugloy er í ringum standi. Tornið er rotið og somuleiðis viðurin undir vindeygunum.

Kirkjusýn vóru aftur í 1893 og 1896, men ikki fyrr enn í juni 1898, tá Símun Mikael Zachariassen staðfestir at kirkjan er at kalla ónýtilig, hendir nakað. 3. august hetta árið skrivar kirkjueftirlitið til Føroya Løgting við umbøn um at játta kr. 5836,70 til at byggja nýggja kirkju fyri í Hattarvík, 24 x 12 alin til støddar.

Tilboðið hevur Petur í Mattalág givið, og t. 20. september skriva hann og Christian Bærentsen, amtmaður, undir byggisáttmála. Afturat sær hevði Petur Magnus av Kamarinum, sum gjørdi timburarbeiði, og í Hattarvík vóru fleiri hegnismenn bæði til grót, træ og jarn, sum ivaleyst hjálptu til meir enn teir átta pliktarbeiðs-dagarnar, teimum vóru álagdir.

9. november 1899 sigur prósturin í skrivi amtinum frá, at Heilmann, prestur á Viðareiði, hevur vígt kirkjuna 29. oktober. Og vígsludagin hava Líggjas í Keldhúsinum og Guttormur í Geilini sýnað hana og váttað, at alt er væl úr hondum greitt.

Gamla kirkjan stóð uppi í Húsi á markinum millum bø og haga. Nýggja kirkjan verða sett í býlinginum niðri í Húsi - á grundstykki, sum festið í Uttarstovu átti.

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Yngru Hválvkirkjurnar)

Bústaður

5 Millum Húsa, Hattarvík 767, Faroe Islands

Norðoyggjar