Havnar kirkja (Dómkirkjan)

  • Dómkirkjan
  • Dómkirkjan
  • Dómkirkjan

Havnar kirkja – Dómkirkjan – er næstelsta varðveitta kirkja í Føroyum.

Hvørt ár á ólavsøku 29. juli ganga tingfólk, løgmaður og landsstýrisfólk, prestar og embætisfólk í skrúðgongu til gudstænastu í Dómkirkjuni. Hetta hendir, áðrenn elsta tingið í Evropa, Løgtingið, verður sett.

Havnar kirkja – Dómkirkjan – er næstelsta varðveitta kirkja í Føroyum. Hon er varðveitt í gomlum líki og í øllum sínum lutum. Uttan er hon hvítmálað við torni, ið hevur gylt spír. Á spírinum er ein veðurhani við árstalinum 1788, sum vísir til árið, tá ið Havnar Kirkja á fyrsta sinni bleiv vígd. Í 1865 fekk kirkjan eina víðfevnda umbygging og fekk tá ta útsjónd, sum hon hevur í dag. Tá ið Biskupsdømi Føroya varð endurstovnað í 1990, varð Havnar kirkja vald at vera dómkirkja, og embætið sum dómpróstur varð sett á stovn.

SØGA OG BYGGILIST
Elsta kirkjan í Havn, sum vit vita um, varð bygd úti á Reyni í 1609. Fyrst í 1780-árunum varð farið undir at byggja ta nýggja kirkjuna.
Tá ið kirkjan varð bygd, búðu á leið 600 fólk í Havn, og Havnin var ikki størri enn so, at kirkjan tá varð staðsett uttan fyri býin. Kirkjan varð smíðað við fyrimynd í teimum gomlu trækirkjunum, men væl størri. Í nýggju kirkjuni var pláss fyri øllum í sóknini.

Kirkjan fekk hválv, tá ið hon varð umbygd í 1865. Hválvið er blámálað og býtt sundur í puntar, har blankar stjørnur eru settar á miðjuna á hvørjum punti. Hetta skal sjálvsagt ímynda sjálvan himmalin. Fyrimyndin til hesi sløgini av hválvum er uttan iva hválvið í dómkirkjuni í Keypmannahavn – Vor Frue Kirke, bygd í 1826.

SERLIGT INNBÚGV
Kirkjan er enn prýdd við tí mesta, sum var í gomlu kirkjuni. Tó hevði hon áður ein sjáldsaman renessansu-prædikastól frá 1609, ið varð seldur til Hvalvíkar kirkju. Kirkjan hevur tríggjar altartalvur og tríggjar kirkjuklokkur. Undir hválvinum hanga tvey modell av skipum og eitt modell av føroyskum báti.

TÆR TRÍGGJAR ALTARTALVURNAR
Stóra altartalvan í Havnar kirkju avmyndar gravlegging Jesusar. Hana hevur danski listamálarin Ditlev Conrad Blunck (1798-1854) málað í 1825. Tær báðar eldru altartalvurnar, sum eru, hava helst hingið í kirkjuni frá 1609, sum stóð ‘úti á Reyni’. Onnur er frá 1647 og hongur nú á norðurbróstinum. Evnið er ‘Hin Heilaga Kvøldmáltíðin’, og hon er
málað við djúpum, reinum litum beinleiðis á træið. Útskorna og málaða renessansuramman er frá sama tíðarskeiði. Hin altartalvan er nakað yngri og hongur í dag á suðurbróstinum uppi yvir deknastólinum.

TÆR TRÍGGJAR KLOKKURNAR
Kirkjuklokkan í Havnar Kirkju, ið vigar ikki minni enn 1450 kg, er landsins størsta og hevur ljómað síðani 1952. Á henni stendur: „Eg ringi hvøll um hav og fjøll. Enn er rúm í Harrans høll. Komið øll“. Tvær eldri klokkur hanga í fundarrúminum. Tær eru ‘Bønarklokkan’ og ‘Norska Løva’ klokkan.

Bønarklokkan varð givin kirkjuni í 1678 og er so nevnd, tí at hon í gomlum døgum ringdi til bønarhalds morgun og kvøld. Vanligt var eisini at ringja við henni, tá ið tíð var hjá børnunum at fara í skúla. Leingi var tað siður, at hon ringdi fyri armingum, sum vórðu jarðaðir og einki áttu at gjalda við. Tískil hevur klokkan eisini verið nevnd Fátækraklokkan.

Norska Løva klokkan sigst at vera komin í kirkjuna í 1708 og er komin av skipinum Norsku Løvu, sum fór á land í Lambavík nýggjársaftan 1707. Danska skipið kom í illveður vestan fyri Hebridurnar og rak til Føroya. 14 fólk sjólótust, og um 100 fólk vórðu bjargað.

Skipsklokkan hongur í Havnar kirkju og somuleiðis eitt modell av skipinum, sum ein ella fleiri av manningini, sum bjargaðist, hava gjørt sum takk fyri bjargingina.

Modellið av Norsku Løvu skipinum hongur uppi undir loftinum saman við skipinum ‘Peter og Johannes’ – ein brigg, sum varð givin kirkjuni í 1841, og einum borðbáti, sum kirkjan fekk í gávu í 1964.

Bústaður

J.Paturssonargøta 20

Tórshavn