Heimablídni hjá Anitu
Heima hjá Anitu verða tit forkelað upp um bæði oyru við góðum heimagjørdum mati.
Anita gongur høgt uppí at nýta tær bestu ráðvørurnar, tá ið hon stákast í køkinum. Tí er tað altíð dygdargóður matur, ið hon borðreiðir við, og eisini er gestablídni í hásæti.
Ynskja tit eina serliga uppliving, tá ið tit ferðast í Suðuroy, kundi hetta verið akkurát tað rætta.
Kostnaður:
3 rættir + ein øl ella eitt glas av víni: 800 kr.
Tað skal bíleggjast í seinasta lagi 24 tímar áðrenn. Min. 4 persónar skulu bíleggja.
Bústaður
Tvøroyri, Færøerne
Suðuroy
Upplatingartíðir
-
Stongt
Hentleikar
- Omaná
- Døgurði
- Bólkar