Heimablídni
Kom til heimablídni heima hjá Anna Bjørg og et saman við teimun.
Heima hjá Anna Bjørg kanst tú fáa góðan heimagjørdan mat, sum hon sjálv ger. Hon býr í einum hugnaligum húsum mitt í bygdini.
Tú kanst fáa døgurða, nátturða ella bert ein drekkamunn við onkrum afturvið.
Tað er best at bíleggja dagin fyri at tit ynskja at koma, so at vit kunnu spyrja hana, hvat hon hevur til henda dagin.
Prísurin liggur um einar 350-500 kr. pr. persón, her eru drykkjuvørur íroknaðar. Men hetta kemur ann uppá hvat er á matarskránni fyri dagin.
Til ber eisini at bíleggja sær morgunmat ella bara seinnaparts drekkamunn við onkrum afturvið. Her er prísurin alt eftur hvat tú bíleggur.
Tit kunnu venda tykkum til Visit Skopun fyri meir kunning á tel: 00298 720 100 ella senda ein teldupost til visitskopun@skopun.fo
Bústaður
5 Garðavegur, Skopun 240, Færøerne
Sandoy
Lýsing
Aldursmark: 0 ár
Upplatingartíðir
-
Stongt
Hentleikar
- Ábit
- Omaná
- Døgurði