Hotel Føroyar
Hotell við oyggjarvegin
Kenda, danska arkitektafelagið Friis & Moltke A/S hevur teknað Hotel Føroyar, sum lat upp í mai 1983.
Uppgávan hjá arkitektunum var at laga seg sum best til lendið og landslagið.
Uttan er Hotel Føroyar eyðkent fyri sínar longu linjur í landslagnum. Húsið er ein partur av náttúrini, líkasum skorið inn í lendið við hamrum, men hesir hamrar eru úr glasi, sum skyggja í ljósinum.
Innan er Hotel Føroyar eitt ævigt skiftandi spæl ímillum ljós og myrkur, ímillum langar myrkar gongir og kømur við nógvum ljósi og stórslignum útsýni, sum øll venda oman ímóti býnum.
Gestirnir á hotellinum verða førdir ígjøgnum hetta arkitektoniska spæl fleiri ferðir dagliga.
Bústaður
45 Oyggjarvegur
Tórshavn
Upplatingartíðir
-
Stongt