Húsavík

er millum elstu bygdir í landinum, og tí eisini søgurík bygd

Í Húsavík búgva í dag um 70 fólk. Húsavík er millum elstu bygdir í landinum, og tí eisini søgurík bygd. Her livdi Húsfrúgvin um ár 1400, og toftirnar frá hennara tíð síggjast enn.
Eitt, sum sermerkir Húsavík, er tær nógvu grótlagingarnar. Einir 10 kilometrar av gørðum, sum eru í góðum standi, gróthús ymsastaðni í bygdini, og sjónligast eru gróthúsini á Tumbakka.
Flestu húsini, sum bygd vóru seinna partin av 1800 talinum, eru varðveitt og verða í dag nýtt sum summarhús.

KIRKJAN
Kirkjan, sum var vígd í 1863, er eisini bygd úr gróti. Kirkjan er rúmlig, og var upprunaliga bygd til bygdirnar Húsavík, Dal og Skarvanes, til Dalur í 1957 fekk egna kirkju. Innan eru veggirnir kálkaðir, annars er alt timbur. Tá kirkjan bleiv høvuðsumvæld í 90’unum kom eisini nýggj altartalva, sum Svend Havstein Mikkelsen hevur málað.

UNGMANNAFELAGIÐ SÓLARRIS
Ungmannafelagið Sólarris var stovnað í 1943. Ungmannafelagshúsið, sum liggur beint við sandin, er karmur um felagslívið í bygdini. Húsið verður av bygdafólkinum brúkt til tiltøk av ymiskum slag, og javnan vitja skúlaflokkar og aðrir bólkar í húsinum.

BRIMGARÐURIN
Í brimgarðinum síggjast reilieffini sum Tróndur Paturson gjørdi í samstarvi við J&K Petersen tá bátahylurin bleiv gjørdur. Myndaevnini hava øll samband við sjógvin. Har eru bátar, havfrýr, hvalur og annað.

SANDURIN
Sandurin í Húsavík er frálíkt spælipláss fyri bæði stór og smá. Av og á vitja eisini surfarar í Húsavík, sum sigst vera sera væl egnað til hesa ítrótt.

TÍN TRYGD
Verð ansin fyri aldubrotunum tá tú gongur við brimgarðin og á sandinum. Vit viðmæla ikki, at børn spæla einsamøll við brimgarðin ella við sjóvarmálan.

Bústaður

1 Fram við ánni, Húsavík 230, Faroe Islands

Sandoy

Hentleikar

  • Parkering