Kamping Trongisvágur

Kampingplássið í Trongisvági liggur beint spælipláss, ítróttarøkið og viðarlund, og er tí sera væl egnað til alla familjuna.

Kampingplássið í Trongisvági er uttanfyri ítróttahøllina í Trongisvági. Tað er pláss fyri 12 kampingvognum. Kostnaðurin er 220 kr. um náttina.

Íroknað í prísinum er:
El
Vesið/baðirúm
Vaskimaskina og turkitrumla
Spælipláss
Uttandura sitiøkið

Kampingplássið er eisini tætt við viðarlundina í Trongisvági, har tað ber til at brúka uttandura grill-økið.

Bústaður:
Smærugøta 11, 826 Trongisvágur

Tað er neyðugt at bíleggja sær pláss. Hetta kann gerast hjá:

Visit Suðuroy – Tvøroyri
Telefon: +298 611080
Teldupostur: info@tvoroyri.fo
ella trýst á leinkjuna, og bílegg tær pláss á netinum.
 

Hetta kmapingplássið er einans fyri kampingvognar - ikki fyri tjalding.

Bústaður

Suðuroy