Kampingplássið í Mikladali
Í Mikladali er eitt kampingpláss nakað omanfyri bygdina.
Har er pláss fyri húsvognum og tjøldum, umframt at eitt kampinghús er knýtt at kampingplássinum. Øll sum gista á kampingplássinum, hava atgongd til vesi í kampinghúsinum. Kampinghúsið kann eisini leigast fyri seg.
Set teg í samband við Norðoya Kunningarstovu fyri at bíleggja kampingpláss ella kampinghúsið, á teldupost info@klaksvik.fo ella ring til 456939
Bústaður
Norðoyggjar
Upplatingartíðir
-
Stongt