Kolanámi í Hvalba
Ein goymdur skattur í Føroyskari søgu
Suðuroy er einasta oyggin í Føroyum ið hevur nóg nógv kol, til at tað ber til at framleiða kol til at selja.
Søgan hjá kolinum í Føroyum byrjaði í 18. øld. Tá gjørdi man fleiri royndir at framleiða kol til at selja út um landið, men hetta eydnaðist ikki, og tí var bert framleitt til egið brúk.
Vistu tit, at í dag er eitt kolanám enn virkið? Tú sær munnan til hetta námi tá ið tú koyrir eftir gamla 'kolavegnum' við Hvalba. Tað er lætt at bíleggja sær ein túr við lokalum royndum kol arbeiðara, við at seta seg í samband við Visit Suðuroy.
Ein túrur inn í áleið 150 m longa námið tekur nærum ein tíma. Tá er eisini møguleiki fyri at royna seg av sum kolanáms arbeiðara.
Klara Johannesen
Bústaður
Suðuroy
Upplatingartíðir
-
Stongt