Listastovan

  • Listastovan

Listastovan er ein mentanar bygningur í Vága kommunu.

Bygningurin húsar kvøldskúla í málningalist, atelier hjá listafólki, umframt at virka sum konserthøll, og høli til skeið og fyrilestrar.
Listastovan vann eina FMA - Faroese Music Award fyri Ársins átak í 2017, fyri at fyriskipa konsertir við endamáli at menna tónleikara- og konsert mentanina í Vágum.

Saman við Norðurlandahúsinum og Spaniastovu, er Listastovan við í PULS - ein trý ára verkætlan undir Nordisk Kulturfond. Endamálið við PULS er at menna samstarvið millum tónleikarar og spælistøð í norðurlondum.

Bústaður

Gummaldagøta 2

Vágar

Lýsing

Rúmføri: Upp til 80 gestir

Hentleikar

  • Koyristól atgongd

    Koyristól atgongd

  • Parkering
  • Familjuvinarligt
  • Bólkar
  • Veitslur