Miðvágur
Miðvágur er ein bygd í Vágoynni.
Í Vágum eru tríggjar stórar bygdir og tríggjar smáar, men fara vit 100 ár aftur í tíðina, vóru sjey bygdir. Tann størsta er Miðvágur við 1.035 íbúgvum (í 2014). Hon liggur miðskeiðis í oynni, so høvuðsfyrisitingin er her, politistøð, keypsamtøka, læknamiðstøð og prestagarður. Høvuðsvinnan her er fiskaídnaður, men eisini er nakað av aðrari vinnu her. Miðvágs kommuna legði 1. januar 2009 saman við Sandavágs kommunu og gjørdust tær til Vága kommunu.
Miðvágur er søgulig bygd. Her búði prestakonan Beinta, sum er kend ikki bara fyri dygdir. Tí fekk hon eyknevnið "Illa Beinta". Tað er søgan um hana, ið Jørgen-Frantz Jacobsen nýtir í skaldsøgu síni "Barbara". Í 1997 var filmur gjørdur eftir hesi skaldsøgu. Náðinsgarðurin Kálvalíð oman fyri bygdina eru elstu húsini í bygdini og kanska eisini í landinum. Tey verða í dag nýtt sum bygdarsavn. Frá Miðvági kanst tú í góðum veðri síggja oyggjarnar sunnanfyri.
Nógvir túrar kunnu gerast úr bygdini. Gongutúrar frá Jansagerði, framvið Beitinum, heimið hjá Mikkjal á Ryggi, og niðan í Kálvalíð. Men er Hýsisáin lítil, tað er hon helst, tá ið turkur er, so ber til at finna yrkingina, sum Mikkjal á Ryggi høgdi niður í klettin har í ánni.
Bústaður
Vágar, Færøerne
Vágar
Upplatingartíðir
-
Stongt