Minnisvarðin
Minnisvarði yvir sjólatnar mykinesmenn og mykinesmenn falnir í bjørgunum.
Minnisvarðin varð bygdur í 1930-árunum og stóð hann liðugur í 1939, men tó bleiv hann ongantíð vígdur, tí ætlanin var at fáa føroyskan prest at víga varðan, men hetta fekst ikki í lag, tí Jákup Dahl, próstur, gjørdist sjúkur. Árini eftir gjørdust trupul í Føroyum, tí kríggið brast á, og tí varð eingin vígsla framd tá.
37 nøvn eru ritað í pláturnar. Á einari plátu er yvirlit yvir mykinesmenn, sum fórust á sjónum, 27 í tali. Á hinari plátuni er yvirlit yvir mykinesmenn, sum falnir eru í bjørgum, 10 í tali.
Minnisplátur vóru gjørdar í 1979, tá ið kirkjan í Mykinesi fylti 100 ár. Hesar pláturnar blivu ikki hongdar á minnisvarðan, men hongdar upp í kirkjuni.
Bústaður
Mykines 388, Faroe Islands
Vágar
Upplatingartíðir
-
Stongt