Piddasahandil - Fuglafjarðar Heimavirki

Piddasahandil hevur eitt fjøllbroytt úrval av vøkrum heimavirkaðum vørum

Í søguliga gamla handilsbygninginum í Fuglafirði liggur í dag ein sera hugnaligur heimavirkis-handil við stórum úrvali av ymiskum, vøkrum heimavirkaðum tingum. Handilsparturin av bygninginum verður kallaður Piddasahandil, sum í gomlum døgum. Her er eisini Kunningarstovan í Fuglafirði, meðan gallarí og kaffistova eru í uppíbygda partinum, sum kallast Ribarhús.

Í heimavirkishandlum finnur tú serstakar vørur tilvirkaðar í nærumhvørvinum: Troyggjur, hosur, vøttir, leirlutir, trælutir, smúkkur og ymiskt annað.

Bústaður

14 Í Støð, Fuglafjørður 530, Færøerne

Eysturoy

Hentleikar

  • Søguligt stað
  • Omaná
  • Koyristól atgongd

    Koyristól atgongd

  • WC
  • Kortgjald
  • Parkering
  • Familjuvinarligt
  • Bólkar