Rituvíkar Kirkja

Rudding, undirlendi og veg til kirkjuna hava rituvíkingar gjørt í felag

Fyrst í 50-árunum tóku menn úr Rituvík seg saman og settu eina kirkjunevnd, sum hevði sum endamál at fáa kirkju bygda í bygdini.

Heitt varð á H.C.W.Tórgarð arkitekt at tekna kirkjuna, og tað vildi hann fegin. Rudding, undirlendi og veg til kirkjuna hava rituvíkingar gjørt í felag og lønarleyst. Jógvan Lamhauge byggimeistari sáli, Runavík, tá búsitandi í Syðrugøtu, tók upp á seg at standa fyri byggiarbeiðinum, og saman við Søren Jacob Lamhauge og Arnhold Olsen bygdu teir kirkjuna og partar bygdafólksins lá ikki eftir.

Grundarsteinin til kirkjuna legði Jákup Joensen próstur Dýrabiðidag 1. Mai 1953. Alt tilfarið til kirkjuna bleiv keypt frá J.F.Kjølbro í Klaksvík, somuleiðis alt tilfarið til snikkaraarbeiðið, so sum talarastólur, altarstólur, doypifuntur v.m. Fyri hesum arbeiði stóð Carl Hansen, ættaður av Nesi. Jarnsmíð (spírið og annað kunstsmíð) hevur verkstaðurin hja Hilmar Petersen, Fuglafjørður, gjørt. Blikksmíð hevur P/F Maria Poulsen & Co. í Havn gjørt, málaraarbeiðið hevur Karsten Hansen, málarameistari, Tórshavn gjørt, og el-innleggingina hevur Frants Petersen, Runavík, gjørt.

4. Sunnudag í advent 1955 - Tann 18. desember 1955 - var Rituvíkar kirkja vígd av Jákup Joensen, prósti.

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Nýggjaru Kirkjurnar]

Bústaður

2 Kirkjugøta, Rituvík 640, Faroe Islands

Eysturoy

Hentleikar

  • Søguligt stað
  • Parkering
Tiltøk hjá Rituvíkar Kirkja

Øki / Bólkar