Rossagøtan

Ein góður og vakur túrur, har ein gongur í hugnaliga Havnardali, og har ein eisini kemur niða í hæddina á Bøllureyni

Ein góður og vakur túrur, har ein lutvíst gongur í hugnaliga umhvørvinum í Havnardali men har ein eisini kemur niða í hæddina á Bøllureyni. Serliga frá fram við Sandá er vakurt og friðarligt.

Gøtan er góð allan vegin, burtursæð frá einum 150m. longum strekki fram við Sandá í Havnardali – millum vatnleiðingarbrúnni og vegin oman til Stórahyl, har ongin gøta er. Tískil er eisini neyðugt at verða í hóskandi skóm, t.d. fjallastúlvum.

Eitt sindur bratt er frá demninginum og niðan á Bøllureyn. Eitt sindur bratt er eisini teir fyrstu 350 metrarnar oman av Oyggjarvegnum við Bøllureyn, oman móti Fjallinum.

Bústaður

Tórshavn

Samband

web icon

phone icon

+298

email icon

Hentleikar

  • Parkering
  • Familjuvinarligt
  • Bólkar