Rúnarsteinurin

  • Rúnarsteinurin, Sandavágur
  • Rúnarsteinurin, Sandavágur

Rúnarsteinurin í Sandavági

Frammi í kór í Sandavágs kirkju stendur rúnarsteinurin, og á honum stendur skrivað:

“Torkil Onundarson Eystmaður úr Rogalandi bygdi henda stað fyrst”

– Tað var í 1916, at tey funnu rúnurnar á steininum. Mikkjal á Ryggi varð boðsendur at týða steinin. Hann týddi hann eftir besta førimuni og hevði einans misskilt nøkur orð, sum seinni vórðu rætta. Fyrr stóð steinurin uttanfyri kirkjuna, men harða veðurlagið í Føroyum ferð ov illa við steininum, og tað kámar skriftina á steininum. Tí varð avgjørt at flyta hann inn í kirkjuna.

Kelda: Fólkakirkjan

Bústaður

2 Gamlivegur, Sandavágur 360, Færøerne

Vágar

Hentleikar

  • Søguligt stað
  • Koyristól atgongd

    Koyristól atgongd

  • Familjuvinarligt
  • Bólkar