Runavík

Runavík er yngsta bygd við Skálafjørðin og liggur í náttúruvøkrum heiðalendi

Runavík liggur sunnarlaga á eystursíðuni á Skálafjørðinum, sum úr útsynningssíðuni klívur syðra part av Eysturoynni í tvey.

Runavík er yngsta bygd við Skálafjørðin og liggur í náttúruvakra heiðalendinum við Toftavatn. Bygdin hevur ment seg nógv og er í dag vaksin saman við grannabygdunum til eitt 10 km langt bústaðarøki, sum í dag er meginøkið í oynni. Her heldur fjøldin av mentanar- og handilsvirksemi til við matstovum, bankum, posthúsi, apoteki, bókasavni eins og her er hotel, ráðstevnuhølir og kunningarstova. Lívligt er á havnarlagnum, har nógv virksemi er innan ali- og fiskivinnuna, supplytænastu til oljuvinnuna umframt smábátahavn. Eisini vitja stór ferðamannaskip inn á Runavíkina at vísa fremmandu gestunum vøkru oynna.
Skamt frá virkseminum á havnarlagnum í lyngklædda heiðalendinum liggur Toftavatn, sum er fjórðstørsta vatn í landinum. Her er avbera vakurt og nógvur fuglur er í økinum, serliga um sumrarnar, tá flytifuglurin vitjar úr heitari londum. Gongugøtan kring vatnið eins og aðrir vegateinar í økinum eru eyðmerktar sum Sóljuleiðir, ið eru serliga náttúruvakrir vegateinar.

Friðsæla:
Vassa út í Toftavatn og lata vindaldurnar skvatla um beinini.
Liggja í væl angandi heiðalynginum og síggja nógva fuglin, sum søkir til Toftavatn.
Spakuliga ganga runt Toftavatn og njóta eina av vakrastu náttúruperlum í landinum.

Bústaður

Runavik, Faroe Islands

Eysturoy

Hentleikar

  • Beinleiðis sportur
  • Live framførsla
  • Bókasavn
  • Rúsdrekka
  • Ábit
  • Døgurði
  • WC
  • Parkering