Sandavágs Timburhandil
Sandavágs Timburhandil Pf., varð stovnaður í 1974, er veitari at øllum byggitilfari um alt landið.
Sandavágs Timburhandil hevur í nógv ár verið timburhandilin fyri nærøkið, fyrst og fremst sum høvuðsveitari av tilfari til byggivinnuna og seinni eisini til privat viðskiftafólk vesturi í Vágunum. Nærumhvørvið hevði og hevur enn í dag alstóran týdning fyri Sandavágs Timburhandil.
Seinni árini hava samfelagsligar broytingar av ymsum slag tó gjørt, at viðskiftagrundarlagið er víðkað. Vit eru í dag veitarar til fleiri verkætlanir av ymsum slag kring Føroyar, bæði tá tað snýr seg um at smíða sethús, íbúðarbygningar, hallir, skúlar o.a.
Bústaður
á Hillingatanga, Sandavágur 360, Færøerne
Vágar
Upplatingartíðir
-
Stongt