Sands Bygdasavn
Norðara Koyta á Sandi
BYGDASAVNIÐ NORÐARA KOYTA Á SANDI
Í Koytu er gomul búseting á Sandi. Í skjølum sæst, at fólk hava búð her í 1584.
Í norðaru Koytu er Bygdasavnið. Tað var Hanus Jóhannesarson, seinni nevndur Hanus í Koytu, sum bygdi húsini í 1812. Orðið Koyta merkir kulla ella lægd.
Í 1988 keypti Sands Bygdasavn húsini. Tey eru síðani høvuðsumvæld, og lutir av ymiskum slag, sum hoyrdu tíðini til, eru savnaðir, so tað nú ber til at síggja hvussu fólk hava búleikast í fyrru helvt av 19. øld.
UPPLATINGARTÍÐIR
Frá 1. juni – 1. septembur er soleiðis opið:
Mándag – leygardag: 14.00 – 16.00
Til ber eisini at vitja savnið eftir avtalu, alt árið.
PRÍSUR
Tað kostar 60 kr. at vitja savnið.
Fyri bólkar við 12 fólkum ella fleiri er prísurin 50 kr. fyri hvønn.
Fyri vitjanir uttanfyri vanliga upplatingartíð, er minstiprísurin 300 kr.
BÍLEGGING
Vitjan kann kann eisini avtalast við at ringja á 222 078 ella skriva til info@visitsandoy.fo.
Bústaður
Í Koytu 8
Sandoy
Upplatingartíðir
-
Stongt
Hentleikar
- Søguligt stað
- Bólkar