Sandvíkar Kirkja
Kirkjan varð bygd Á Bø í Froðba í 1840.
Í 1840 varð nýggj kirkja bygd úti í Bø í Froðba. Seinni - í 1856 - varð henda kirkjan flutt inn til nýggja búplássið við fjørðin, Tvøroyri. Búplássið vaks skjótt og skjótt var kirkjan vorðin ov lítil og um aldarsskiftið fóru serliga Mortensensmenninir at tosa um at byggja nýggja kirkju.
Sandvík, sum vit kenna hana í dag, æt Hvalvík um hetta mundi, og hvalvíkingar sóu nú ein møguleika at fáa kirkju í bygdina, við at keypa gomlu kirkjuna á Tvøroyri. Og 23. januar 1907 skrivaðu teir til Færø Amt og Provsti við hesum ynski og tí grundgeving, at sera trupult var fyri tí skjótt vaksandi kirkjuliðnum, at ganga í kirkju í Hvalba.
Les meira her
Gudstænasta er hvønn sunnudag kl. 12.00.
Bústaður
Uttan Kirkju 1
Suðuroy
Upplatingartíðir
-
Stongt