Saunadypp

Føroya fyrsta og einasta flótandi sauna.

Vit eru 3 ungir mans, ið altíð hava verið virknir innan ítrótt. Okkara áhugi fyri heilsu og kropsrøkt er tískil spunnin úr okkara yrkisleið innan ítrótt. Vit byrjaðu Saunadypp verkætlanina í seinnu helvt av 2023.
Á sumri 2024 kundu vit stoltir ásanna, at Føroya fyrsta flótandi sauna var veruleiki.

Málið við Saunadypp, er at bjóða nakað serstakt innan vælveru, í Føroyum. Okkara ynskji er at føroyingar í øllum aldri og skapi skulu fáa eina frálíka uppliving, í tí føroysku náttúruni, saman við Saunadypp.
Saunadypp er stovnað av ungum ungum føroyskum íverksetum og er bygt í Føroyum. Vit geva føroyingum møguleikan at njóta tí frálíku kensluna, ið ein fær, tá skift verður í millum hita og kulda, í einum høli av sera høgari góðsku.

Kanningar vísa, at nýtsla av sauna og køldum vatnið betrar munandi um sálarliga og kropsliga heilsu. Við Saunadypp bjóða vit sosiala samveru í føroysku náttúruni.

Bústaður

8 Brattalíð, Tórshavn 100, Faroe Islands

Tórshavn

Hentleikar

  • Møguligt at bíleggja pláss
  • Parkering
  • Familjuvinarligt
  • Bólkar