Skansin
Skansin var høvuðskvarter hjá bretum undir seinna veraldarbardaga.
Í 1580 bleiv Skansin bygdur eftir boðum frá Magnusi Heinason. Hetta var fyri at verja handilsbýin Tórshavn ímóti álopum, serliga frá sjórænarum.
Skansin var høvuðskvarter hjá bretum undir seinna veraldarbardaga. Tær tvær stóru kanónirnar ið venda út ímóti sjónum , vóru nýttar ímóti týskum álopum.
Hóast tað ikki eru nógvar leivdir av Skansanum í dag, so hevur tú eitt vakurt útsýni yvir Nólsoyarfjørð herfrá. Hetta er eisini eitt gott stað at eta matpakka.
Bústaður
0 Yviri við Strond, Tórshavn, Færøerne
Tórshavn
Upplatingartíðir
-
Stongt