Skótahúsið við Løkin
Til ber at leiða skótahúsið til eitt hvørt tiltak
Í 2013 fingu skótarnar nýtt skótahús, ið var tikið í nýtslu á 30 ára føðingardagnum tann 10. juni 2013.
Við húsinum hava vit hjá KFUM-Skótunum við Løkin rættuliga góðar umstøður til eitt hvørt virksemið fyri skótar og annað
Til húsið hoyra 2.200 m av ogn, og beint niðanfyri eru gøturnar til Toftavatn. Sjálvt húsið er í trimum lonum:
Suðurlonin: Køkur og stórur salur.
Miðhøllin: Stór høll við bálpeis.
Norðurlonin: wc og bólkarúm / minni salur.
Í húsinum er pláss er fyri uml. 100 sovandi gestum, fundarhøli til 200 fólk, fundarhøli til 30 fólk og miðhøllin uppá 230 m2 kann nýtast til nógv ymisk endamál. Til ber at borðreiða fyri 240 gestum í miðhøllini. Hetta gerð, at húsini og umhvørvi er væl egnað til mong tiltøk
Til ber at leiða skótahúsið til eitt hvørt tiltak.
Bústaður
Mýravegur 24
Eysturoy
Upplatingartíðir
-
Stongt
Hentleikar
-
Koyristól atgongd
Koyristól atgongd
- WC
- Møguligt at bíleggja pláss
- Parkering
- Familjuvinarligt
- Bólkar