Skúvoy

Skúvoyggin er í nógvar mátar áhugaverd

Skúvoyggin er í nógvar mátar áhugaverd. Lundalandið beint við bygdina, bjørgini, Fagridalur og Rannvátoft. Litføgur hús, neyst og bátar. Kirkjan og kirkjugarðurin í Ólansgarði, við Sigmundarsteini og óvanliga longu grøvini. Alt hetta vita ferðaleiðarar í Skúgvi nógv at fortelja um. Her eru summarhús, her er handil, ið selur gerandisvørur og snýr tað seg um ein dagstúr til Skúvoyar, so er eingin orsøk at ganga svangur, tí bæði Elisabeth & Tummas Frankeins og Ingabjóða heimablídni í Skúgvi.
Í Skúgvi búgva gott 30 fólk.

SKÚLIN
Skúlin í Skúgviverður í dag brúktur sum bygdarhús. Skúlin kann hýsa 25 fólkum, og har er køkur við nútímans hentleikum.

KIRKJAN
Skúvoyar kirkja er vígd í 1937. Tað var H. C. W. Tórgarð sum teknaði kirkjuna, og eitt, ið sermerkir kirkjuna er, at hon vendir suður og norð og ikki sum vanligt er eystur og vestur.
Fyrsta kirkja í Føroyum varð bygd í Ólansgarði í Skúgvi, um ár 1000.

SIGMUNDUR
Í føroyingasøgu stendur at Beinir og Brestir búsettust í Skúgvi. Synir teirra Tóri og Sigmundur vuksu upp her. Tað var Sigmundur sum í ár 999 kristnaði Føroyar, og lat kirkju byggja í Skúgvi.

Fuglalív
Skúvoyggin er Ramsar-øki, og er kend fyri tað ríka og fjølbroytta fuglameingi. Tá fuglateljing var í 1954 var lomvigastovnurin í Skúgvi størri enn í dag. Hann var tá mettur til 2 milliónir pør.

Úr søguni
Skúvoyggin nærum avtoftað
Skúvoyggin hevur tvær ferðir verið um at verði avtoftað. Fyrru ferð var, tá svartideyði gekk í 14. øld, og seinnu ferð, tá pokurnar gingu í 18. øld.

Bústaður

16 Bakkavegur, Skúgvoy 260, Faroe Islands

Sandoy

Hentleikar

  • Søguligt stað
  • WC
  • Familjuvinarligt
  • Bólkar