Smiðjan í Lítluvík

Eitt ótrúliga hugnaligt og sjarmerandi høli til listaframsýningar

Smiðjan í Lítluvík er eitt ótrúliga hugnaligt og sjarmerandi høli til listaframsýningar.

Húsið hevur tað gamla føroyska sniðið, sum vit øll elska. Svart við hvítum sprossavindeygum, grótveggir og flagtak. Smiðjan liggur eisini beint við havnalagið, so tú luktar frísku havluftina heilt niðan í húsið.

Huglagið í Smiðjuni er intimt, hugnaligt og heimligt. Og Smiðjan er opin fyri øll. Bæði tey sum skapa og njóta listina.

Bústaður

Skálatrøð

Tórshavn

Hentleikar

  • Koyristól atgongd

    Koyristól atgongd

  • Parkering