Sørvágur

Sørvágur er ein bygd í Vágum, hon er inni á botni á Sørvágsfirði. Bygdin er í seinnu tíðini vaksin skjótt, og er nú millum tær størstu í oyggjunum. Har er bæði veðurgott og kyrt, og tað má sigast at vera heldur góð skipahavn. Fiskipláss er tað av teimum bestu. Niðan fyri húsini er ein avbæra stórur sandur.

Á sunnara síðu á Sørvágsfirði er Selvík, har var fyrst í hesari øld hvalaveiðistøð.

Í tveimum av bygdunum í Vágum hava útgrevstrar víst, at bygdirnar helst stava heilt afturi frá landnáminum. Bæði í Sandavági og í Sørvági eru toftir funnar av so gamlari búseting, at búsetingin verður hildin at vera minst 1000 ára gomul.

Bústaður

Vágar