Syðrugøta

Syðrugøta er ein søgulig bygd, sum m.a. er kend fyri G! festivalin og fiskiskap

Syðrugøta er sunnara markatalsbygdin av teimum báðum gomlu gøtu-bygdunum, og er hon frá víkingatíðini. Bygdin liggur út ímóti Gøtuvík, og mangan vetrardag kunnu íbúgvar hennara njóta vøkru sólarrenningina á havsbrúnni í eystri.

Fyrr hevur nógv verið gjørt við binding í Syðrugøtu. Tøtingarvirkið hevði sítt sæti mitt í bygdini, og framleiddi kendu føroysku Tøting troyggjurnar.
Harumframt eru gøtumenn kendir fyri sín nótafiskiskap, og í dag húsast í Syðrugøtu tvey av størstu reiðaríum landsins, P/F Varðin, ið rekur uppisjóvarskipini Gøtunes, Finn Fríða, Trónd í Gøtu og Tummas T, og Faroe Origin, ið rekur fýra partrolarar.

Syðrugøta er kend fyri m.a. stóra sandin og árliga G-festivalin, ið setur sín serliga dám á alla bygdina, og har fleiri túsund fólk savnast úr øllum landinum umframt úr útlondum.

Bústaður

Syðrugøta, Faroe Islands

Eysturoy