Systrar, Norðurlandahúsið
Vistfrøðiligt og grønt. Heimabakað og søtt. Sterkt, frískligt og lekkurt.
Vistfrøðiligt og grønt. Heimabakað og søtt. Sterkt, frískligt og lekkurt. Systrar leggur dent á tað einfalda, vælsmakkandi og heilsugóða. Tað er heimagjørdur matur og viðskeri, nýbakaður bakstur og útvaldar spennandi drekkivørur
Aftanfyri Systrar standa systrarnar Ann Jonsdóttir og Maiken Mortensen, sum báðar leggja dent á vistfrøði, gott nátturuvín, eina søta kaku og ein góðan drekkamunn.
Persónligi áhugin fyri matgerðini og brennandi forvitnið fyri, hvussu góða rávøran best verður brúkt er drívmegin. Tær leggja dent á vistfrøði, lokala rávøru og at gagnnýta matliga ríkidømið, sum eyðkennir árstíðirnar og Føroyar.
Systrar seta stór krøv til framleiðsluna. Allur bakstur er heimabakaður, alt grønmeti vistfrøðiligt, pesto, hummus, lemon curd, súltitoy og datella verður rørt frá grundini og bara tær bestu drykkivørurnar fáa innivist.
Systrar leggja dent á vistfrøði, á burðardygga nýtslu av tilfeingi, endurnýtslu og at vísa ábyrgd fyri umhvørvinum. Tí, at ansa eftir umhvørvinum snýr seg um felagsskap, um siðvenju og nýhugsan, um ábyrgd, at læra av fortíðini og menna framtíðina.
Bústaður
14 Norðari Ringvegur, Thorshavn 100, Faroe Islands
Tórshavn
Upplatingartíðir
-
Stongt
Hentleikar
- Rúsdrekka
- Ábit
- Omaná
-
Koyristól atgongd
Koyristól atgongd
- WC
- Kortgjald
- Møguligt at bíleggja pláss
- Parkering
- Familjuvinarligt
- Bólkar