Trøllanes

vøkur bygd á Kalsoynni

Trøllanes er norðasta bygdin á Kalsoynni. Frá Trøllanesi kanst tú ganga til vitan úti á Kallinum. Haðan kanst tú síggja norðastu Føroyar og hyggja út í havsbrúnna.

Á Trøllanesi kanst tú vitja Mikkjalssmiðju og síggja Mikkjal arbeiða og røkja elligamla handverkið í smiðjuni, sum nú er eitt “economusée”. Mikkjalssmiðja er í minsta lagi 200 ár – kanska 300 ár, so smiðjusiðvenjan hevur djúpar røtur í bygdini.

Nakrir av bestu smiðunum í Føroyum upp ígjøgnum tíðina eru ættaðir av Trøllanesi og Mikladali, haðan fleiri mæt listafólk eisini eru ættað.

mynd:visitkalsoy.fo

Les meir um Trøllanes her: https://www.visitkalsoy.fo/troslashllanes.html

Bústaður

10 Á Trøllanesi, Trøllanes 798, Faroe Islands

Norðoyggjar

Hentleikar

  • Parkering